Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 166
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
(Broyting av reglum um gjald, kostískoyti og merkivørur o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015 og løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Í ávísum førum kann Tilskotsnevndin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað tilskot sambært § 13.”
2. Yvirskriftin yvir § 17 verður strikað.
3. § 17 verður strikað.
4. Í § 24, stk. 1 verður “170 kr.” broytt til: “175 kr.” og “0,55%” broytt til: “0,60%”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015 um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd verða § 1, nr. 3 og § 2, stk. 2 strikað.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 49/2015