Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2020Nr. 167
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um áseting av almannaveitingum”
2. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Henda lóg um áseting av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.”
3. § 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Almannaveitingar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjonistar v.fl., løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.”
4. Í § 3 verða sum nr. 4 og 5 sett:
“4) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur:
|
|
Byrjanarár |
Kr. |
|
Hægsta uppihaldsveiting |
2021 |
18.552 (mánaðarliga) |
5) Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk:
|
|
Byrjanarár |
Kr. |
|
Hægsta uppihaldsveiting |
2021 |
18.552 (mánaðarliga) ” |
5. Í § 4, stk. 1-4 verður “forsorgarlógini” broytt til: “løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2021.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 49/2020