22. desember 2009Nr. 167
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 54, stk. 2 og í § 64 verður “50%” broytt til: “52%”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður