Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2020Nr. 168
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
(Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 51, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Almannaverkið sambært dómi ella rættarúrskurði skal veita bústað sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 og § 49, stk. 2,”
2. Í § 51 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan kann í mesta lagi verða 6 mánaðir hvørja ferð.
Stk. 4. Hóast gildistíðina í stk. 3 skulu myndugleikin og leiðslan støðugt meta um ítøkiliga tørvin á inntrivinum, ið góðkenningin er grundað á, og tillaga ella steðga inntrivinum, um inntrivið ikki longur er neyðugt.
Stk. 5. Er gildistíð ásett í dómi ella rættarúrskurði, er henda galdandi hóast ásetingina í stk. 3.
Stk. 6. Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan til ung, ið eru dømd sambært § 74 a í revsilógini, skal samanlagt ikki vara longur enn 12 mánaðir. Er talan um uppihald á tryggjaðari búfyriskipan saman við uppihaldi á vardum bústaði, er gildistíðin í mesta lagi 18 mánaðir samanlagt.”
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 7 og 8.
3. Í § 51, stk. 4, sum verður stk. 8, verður “gildistíð,” strikað.
4. § 52 verður orðað soleiðis:
“§ 52. Skal persónur setast á fyribils ella vardan bústað í Føroyum ella í øðrum parti av ríkinum sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 ella § 49, stk. 2, og setir persónur seg ímóti hesum, veitir løgreglan eftir áheitan frá Almannaverkinum hjálp at flyta persónin á bústaðin.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 50/2020