Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2009Nr. 168
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, sum broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. matr. nr.”
2) Í § 1 verður aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er:
1) kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011,
2) kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og
3) kr. 0 frá 1. januar 2012.
Stk. 4. Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum:
1) hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist
2) kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.”
Stk. 3 verður hereftir stk. 5.
3) § 1a, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. lutin í felagnum.”
4) Í § 1a verður aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er:
1) kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011,
2) kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og
3) kr. 0 frá 1. januar 2012.
Stk. 4. Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum:
1) hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist
2) kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.”
Stk. 3 verður hereftir stk. 5.
5) Í § 1a, stk. 3, sum verður stk. 5, verður “§ 1, stk. 3” broytt til: “§ 1, stk. 5”.
6) Í § 2, stk. 3 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
7) Í § 4, stk. 1 verður “kommunalu skattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
8) Í § 4 verður stk. 2 strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
9) Í § 4, stk. 3, sum verður stk. 2, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1”.
10) Í § 6 verður stk. 1 orðað soleiðis:
“Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 1. januar 2012.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2009