Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2011Nr. 168
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verða hesar broytingar gjørdar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Persónar, sum eru fevndir av § 1, stk. 1 og 2, fáa í 2013 útflýggjað eitt heilsutrygdarprógv. Prógvið kann nýtast sum skjalprógv viðvíkjandi rættinum til veitingar sambært lógini.”
2) § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár yvir 500 kr., er tilskotið:
1) 40 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 500 kr. og upp til 1.000 kr.,
2) 60 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.000 kr. og upp til 2.000 kr.,
3) 75 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.000 kr. og upp til 4.000 kr.
4) 100 % av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 4.000 kr.
5) Tó 100 % av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri børn, sum ikki eru fylt 18 ár, og persónar, sum eru fyltir 67 ár.”
3) Yvirskriftin yvir § 24 verður orðað soleiðis: “Gjald”.
4) Í § 24, stk. 1 verður “245 kr.” broytt til: “265 kr.”
5) § 24, stk. 4 verður strikað.
6) Í § 30, stk. 5 verður “2011” broytt til: “2012”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Stk. 2. § 1, nr. 6 kemur tó í gildi 30. desember 2011.
Tórshavn, 23. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 93/2011