12. desember 2020Nr. 169
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 2020, verður aftan á § 19, men áðrenn yvirskriftina yvir § 20, sett:
“§ 19 a. Hjá persóni, sum móttekur fyritíðarpensjón, og samstundis móttekur lestrarstuðul sambært lógini um lestrarstuðul § 6, stk. 2, nr. 1, nr. 3, nr. 6, nr. 7 og nr. 9, verður lestrarstuðulin drigin frá grundupphæddini.
Stk. 2. Er lestrarstuðulin hægri enn grundupphæddin, verður upphæddin, sum er hægri enn grundupphæddin drigin frá í avlamisviðbótini. Fyri lægstu fyritíðarpensjonistar verður drigið frá í eyka viðbótini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2021.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 33/2020