Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2001Nr. 169
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1
1) § 5, stk. 5 verður strikað.
2) § 25, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) renta ella vinningur av lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki vinningsbýti og rentuinntøkur, sum eru fevndar av lóg um skatt av kapitalvinningi.”
3) Í § 29, nr. 3 verður “og 5” strikað.
4) § 29, nr. 15 verður strikað.
5) § 30 verður strikað.
6) § 33, nr. 5, litra b, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti skuldarans, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir lóg um skatt av kapitalvinningi.”
7) § 38, 2. pkt. verður strikað.
8) Í § 120, stk. 4, 3. pkt. verður “§ 4 a, stk. 2 og 3 í løgtingslóg um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum.” strikað. Í staðin verður sett “§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.”
9) Í § 120, stk. 5, 2. pkt. verður “§ 4 a, stk. 2-3 í virðisbrævaskattalógini.” strikað. Í staðin verður sett “§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001.
Tórshavn, 21. desember 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður