Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2009Nr.169
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 verður skattaskalin orðaður soleiðis:
“Galdandi frá 1. januar 2010:
Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.
| Er inntøkan størri enn | men minni enn | verður latið | av | og av restini |
| kr. | kr. | kr. | kr. | kr. |
| 30.000 | 70.000 | 0 | 30.000 | 7,0% |
| 70.000 | 140.000 | 2.800 | 70.000 | 18,0% |
| 140.000 | 250.000 | 15.400 | 140.000 | 21,0% |
| 250.000 | 400.000 | 38.500 | 250.000 | 33,0% |
| 400.000 |
| 88.000 | 400.000 | 35,0% |
Galdandi frá 1. januar 2012:
Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.
| Er inntøkan størri enn | men minni enn | verður latið | av | og av restini |
| kr. | kr. | kr. | kr. | kr. |
| 30.000 | 70.000 | 0 | 30.000 | 7,0% |
| 70.000 | 140.000 | 2.800 | 70.000 | 18,0% |
| 140.000 | 250.000 | 15.400 | 140.000 | 21,0% |
| 250.000 |
| 38.500 | 250.000 | 33,0% |
2) Í §5, stk. 1 verður “38%” ávikavist “62%” broytt til: “30%” ávikavist “70%”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 og 2 hava virknað frá 1. januar 2010, meðan § 1, nr. 3 hevur virknað frá 1. januar 2009.
Tórshavn, 22 desember
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 31/2009