Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 2002Nr. 17
Løgtingslóg um adressur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Tilluting av adressum
§ 1. Allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar, grundstykki og almenn tilhaldsstøð skulu verða tillutað eina adressu.
§ 2. Adressan skal í hvørji bygd sær eyðskilt og eintýtt siga, hvar adressueindin er.
Stk. 2. Adressan verður sett saman av:
1) navni, sum vísir til adressuøkið (staðið) í bygdini,
2) nummari, sum skilvíst býtir upp adressuøkið, og
3) einum uppískoyti, um fleiri eindir eru á adressuni.
§ 3. Kommunustýrini eru adressumyndugleiki og hava ábyrgdina av adressutillutingini og umsiting av adressuskipanini í kommununi.
Stk. 2. Kommunustýrið skal fyri hvørja bygd í kommununi:
1) seta navn á vegir og gøtur og eitt nú á býlingar og tún v.m. og harvið býta bygdina upp í hóskandi avmarkað adressuøki, hvørt við sínum serstaka navni,
2) talmerkja adressueindirnar í hvørjum adressuøki,
3) um fleiri eindir eru í sama bygningi ella á sama grundstykki, eyðmerkja tær við uppískoyti til adressuna.
Stk. 3. Kommunustýrið skal leggja seg eftir, at adressurnar í hvørji bygd sær ikki kunnu koma í bland.
Stk. 4. Fyri landsvegastrekki skal navnið ásetast í samráð við landsvegamyndugleikan. Tá adressuøki fer um kommunumark, skal samráðast við grannakommununa.
Stk. 5. Kommunustýrið kann broyta talmerkið á einstøku adressueindunum.
§ 4. Kommunustýrið skal síggja til og bera kostnaðin av, at neyðug skelti og tilvísingar verða sett upp, og kann um neyðugt seta upp skelti v.m. inni á privatari ogn.
Stk. 2. Tá kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2 skal kommunustýrið geva eigaranum boð um, hvørja adressu adressueindin hevur fingið tillutað. Á sama hátt skal vera, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, ella tá adressur verða broyttar.
Stk. 3. Kommunustýrið kann avgera, at eigarin fyri egnu rokning skal seta skelti við húsanummari á bygningar v.m.
Stk. 4. Neyðug skelti skulu setast upp skjótast gjørligt eftir, at kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2.
§ 5. Í kommununi skal adressunavn og nummar skrásetast á kort í hóskandi stødd. Adressukortið skal dagførast, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, og tá adressur verða broyttar.
§ 6. Kommunustýrisins avgerðir eftir hesi lóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Tó kunnu avgerðir, tiknar sbrt. § 4, stk. 1, kærast til landsstýrismannin.
Landsadressuskrá
§ 7. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sett verður á stovn ein landsadressuskrá, sum er yvirlit yvir allar adressur í landinum. Skráin er almen.
Stk. 2. Kommunustýrini skulu geva upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi og skulu somuleiðis geva upp allar broytingar í adressutillutingini.
Stk. 3. Tá adressa verður upptikin í landsadressuskránna, skal hon eyðmerkjast við eintýddum talmerki og staðbindast við tilknýti til alment viðurkenda kortskipan.
Ymiskar ásetingar
§ 8. Landsstýrismaðurin kann seta greiniligari reglur fyri, hvat adressuøki og adressueindir eru, og um hvussu farast skal fram, tá adressutillutingin verður framd v.m.
§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld fyri útskriftir úr skránni.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann seta kommunum, sum innan 3 ár eftir, at henda lóg er komin í gildi, ikki hava givið upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi, eina freist upp til 6 mánaðir at geva kommunalu adressuskipanina og broytingar í henni upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni.
Stk. 2. Verða adressuskipanin og broyting í adressuskipanini ikki latnar landsadressuskránni innan ta av landsstýrismanninum settu freist sbrt. stk. 1, kann landsstýrismaðurin lata kommunalu adressuskipanina og broyting gera fyri kommununnar rokning.
§ 11. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 6. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður