6. mai 1975Nr. 17
Løgtingslóg um forboð móti innflutningi og nýtslu av spæliautomatum, har vinningur verður latin
§ 1. Loyvt er ikki at flyta inn ella nýta spæliautomatir, har vinningur verður latin.
§ 2. Brot á hesi lóg verður sektað við bót og hald verður lagt á ólógligar innfluttar spæliautomatir.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.