10. mars 2020Nr. 17
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 20, stk. 3 verður “tvungnari” strikað.
2. Í § 27, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Hevur pensjónistur útsett pensjón sambært § 9 a, heldur rætturin til veitingar sambært hesi løgtingslóg tó uppat dagin eftir, at pensjónisturin doyr.”
3. Í § 39, stk. 1 verður “Kærunevndina í Almannamálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
Í Tinganesi, 10. mars 2020
Barður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 54/2019