14. februar 2000Nr. 17
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, sum broytt seinast við løgtingslóg nr. 173 frá 30.12.1997, verður í § 2, stk. 1, “16” broytt til: “18”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 14. februar 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður