20. februar 2003Nr. 17
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 3 verður eftir “stk. 1” innsett: “ og fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar,”
2) Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður ístaðin fyri “i) og j)” sett: “i), j) og l)”
3) Í § 8, stk. 1, 2. pkt. verða ístaðin fyri orðini “uppgjørd eftir § 60, stk. 1, nr. 9 í skattalógini” sett orðini: “uppgjørd eftir § 25 a, stk. 7, jbr. § 33, nr. 17 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt”.
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 er galdandi frá 16. november 2001, meðan § 1, nr. 2 og 3 eru galdandi frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 20. februar 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður