Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. apríl 2004Nr. 17
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið ger viðtøkur, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa fyriskipanarligu og fyrisitingarligu viðurskiftini hjá ráðsskipanini eftir kapitli 5, viðtøkuføri, atkvøðugreiðslur og mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum”.
2. Í § 19 verður sett sum stk. 3:
“Stk. 3. Til at fyrisita skipanina eftir kapitli 5 setur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, ein fyrisitingarleiðara, sum eisini er skrivari hjá ráðnum. Harumframt setur landsstýrismaðurin ein yrkisnevndarskrivara eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin kann seta onnur starvsfólk at fyrisita skipanina”.
3. § 20, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna velja 1 lim í felag”.
4. § 20, stk. 7 verður strikað.
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. apríl 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2004