Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2024Nr. 17
Løgtingslóg um Brekumboð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Heimild
§ 1. Landsstýrisfólkið setir á stovn Brekumboð.
Stk. 2. Umframt Brekumboðið setir landsstýrisfólkið eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.
Stk. 3. Brekumboðið er óheft í virki sínum.
Brekumboðið
§ 2. Brekumboðið kann frítt úttala seg um viðurskifti innan tess virkisøki.
Stk. 2. Brekumboðið kann bert úttala seg um yvirskipað viðurskifti, og ikki um viðurskifti hjá einstaklingum.
Stk. 3. Brekumboðið kann bert úttala seg og kann ikki taka avgerðir.
§ 3. Brekumboðið skal:
1) Hava eftirlit við at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
2) Veita ráð og vegleiðing til fólk, ið bera brek, um teirra rættindi, kærumøguleikar og klagumøguleikar.
3) Veita ráð og vegleiðing til almennar myndugleikar, almennar og privatar stovnar og fyritøkur, fakfeløg og áhugafeløg um spurningar viðvíkjandi rættindum, kærumøguleikum og klagumøguleikum hjá fólki, ið bera brek.
4) Veita kunning og frálæru við tí endamáli at ala fram virðing fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek.
5) Gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
6) Gera røddina hjá fólki, ið bera brek, týðiligari í almenna rúminum og birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Stk. 2. Brekumboðið skal hoyra fólk, ið bera brek, og áhugafeløg á brekøkinum.
§ 4. Brekumboðið skal geva landsstýrinum og Løgtinginum ummælissvar og ráðgeving í sambandi við lógararbeiði og onnur átøk, sum hava týdning fyri viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
§ 5. Brekumboðið ger á hvørjum ári eina ársfrágreiðing um sítt virksemi. Frágreiðingin skal almannakunngerast og latast landsstýrinum, Løgtinginum, Kommunufelagnum og nevndini fyri Brekumboðið.
§ 6. Brekumboðið verður sett fyri fimm ár, við møguleika fyri leingjan í upp til átta ár.
Stk. 2. Brekumboðið skal hava:
1) Góðan kunnleika til lógir og skipanir.
2) Góðan kunnleika til viðurskifti sum serliga eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek.
3) Viðkomandi utbúgving á kandidatstøði ella líknandi.
Stk. 3. Brekumboðið kann verða loyst úr starvi, um:
1) Brekumboðið vanrøkir uppgávurnar, sum sambært løgtingslógini eru lagdar til Brekumboðið, ella
2) Brekumboðið ber seg at á ein hátt, sum týðiliga minkar um álitið á, at Brekumboðið kann røkja uppgávur sínar á fullgóðan hátt.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann eftir tilmæli frá meirilutanum í nevndini fyri Brekumboðið loysa Brekumboðið úr starvi, um ein av treytunum í stk. 3 er lokin.
Fyrisiting
§ 7. Brekumboðið setir og loysir úr starvi starvsfólk síni.
Stk. 2. Starvsfólkini røkja dagligu uppgávurnar saman við Brekumboðnum.
Stk. 3. Brekumboðið kann taka serligan sakkunnleika við í arbeiði sítt.
Nevndin fyri Brekumboðið
§ 8. Nevndin fyri Brekumboðið hevureftir tilmæli frá niðanfyri nevndu:
1) ein umboðandi løntakarar,
2) ein umboðandi arbeiðsgevarar,
3) ein umboðandi kommunurnar,
4) ein umboðandi almannaøkið,
5) ein umboðandi heilsuøkið, og
6) ein umboðandi skúlaøkið.
Stk. 2. Varalimir verða valdir á sama hátt sum limir eftir stk. 1.
Stk. 3. Tey, ið verða tilnevnd í nevndina, skulu hava breitt innlit í tað økið, tey umboða, eins og innlit í viðurskifti sum serliga eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek. Starvsfólk í stjórnarráðum og kommunustýrislimir kunnu ikki vera limir í nevndini fyri Brekumboðið.
Stk. 4. Limirnir og varalimirnir verða valdir fyri fýra ár í senn. Ávikavist tríggir og tríggir limir verða valdir annað hvørt ár.
Stk. 5. Limirnir verða sitandi í nevndini, til nýggir limir eru tilnevndir. Um ein limur fer frá í úrtíð, situr varalimurin skeiðið út.
Stk. 6. Nevndin skipar seg sjálv.
§ 9. Uppgávurnar hjá nevndini eru:
1) At veita kunning, ráð og íkast til Brekumboðið og soleiðis tryggja, at virksemið fevnir um viðkomandi málsøkir.
2) At koma við tilmæli um, hvørjar uppgávur og evnir Brekumboðið kann raðfesta.
3) At gera vart við, um Brekumboðið ikki røkir sínar uppgávur og skyldur sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Nevndin hevur regluliga fund við Brekumboðið.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann gera nærri ásetingar um virksemi og fundarskipan nevndarinnar.
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025.
Í Tinganesi, 26. mars 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 58/2023