Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2020Nr. 170
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
(Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70% og broyting um hjálparráð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015, løgtingslóg 166 frá 24. desember 2015 og løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2018 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 6 og yvirskriftin yvir § 6 verða strikaðar.
2. § 10 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Landsstýrismaðurin setur eina hjálparráðsnevnd at taka avgerð sambært reglunum í stk. 4 og 5.
Stk. 2. Hjálparráðsnevndin er mannað við trimum føstum limum: einum umboði frá Heilsutrygd, einum umboði frá Apoteksverkinum og einum umboði frá Sjúkrahúsverkinum. Harumframt einum ella fleiri serkønum limum við læknafakligari útbúgving. Heilsutrygd veitir skrivara og rindar kostnaðin av hjálparráðsnevndini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemi nevndarinnar, tá henda skal viðgera umsóknir um tilskot til hjálparráð.
Stk. 4. Heilsutrygd veitir ískoyti til hjálparráð, sum eru tilskotsheimilað í kunngerð.
Stk. 5. Heilsutrygd veitir ískoyti til hjálparráð, sum er liður í eini viðgerð, ella sum er til persónar, sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði.
Stk. 6. Ískoyti verður veitt til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hjálparráð sambært hesi grein, m.a. møguligt egingjald ella depositum fyri hjálparráð, hvussu stórt tilskot verður veitt til tað einstaka hjálparráðið, og hvørji hjálparráð tilskot verður veitt til.”
3. § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av hesi løgtingslóg, gjalda 175 kr. um mánaðin, umframt 0,70% av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd.”
4. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Avgerðir tiknar av Heilsutrygd, Landsapotekaranum ella Hjálparráðsnevndini sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.”
5. Í § 29, stk. 2 verður “Kærunevndin í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum”
6. Í § 29, stk. 3 verður “Kærunevndini í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2020