Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 170
Løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 26. oktober 2023
§ 1. 1) Fyri filmar, sendirøðir og heimildarfilmar, sum verða framleidd í Føroyum, verða 25% av útreiðslunum, sum eru hildnar í Føroyum, afturbornar, um umsøkjarin lýkur treytirnar fyri at fáa afturbering. Afturberingin er í mesta lagi 5 milliónir kr., sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Fer afturberingin upp um 5 milliónir kr., kann upphæddin, ið er oman fyri 5 milliónir kr., berast aftur, um játtan til hetta fæst til vegar á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 3. 1) Í seinasta lagi 15. august á hvørjum ári letur Filmshúsið landsstýrismanninum eina skikkaða meting av verkætlanum, sum væntandi verða framdar í komandi fíggjarári.
Stk. 4. 2) Filmshúsið skal í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári lata landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemið í undanfarna álmanakkaári.
§ 2. 1) Afturbering eftir § 1 kann verða latin filmum, sendirøðum ella heimildarfilmum, sum heilt ella partvíst verða framleidd í Føroyum, og sum eru ætlað almennari útbreiðslu.
Stk. 2. 1) Lýsingar, tíðindi, veruleikasendingar, undirhaldssendingar og ítóttasendingar hava ikki rætt til afturbering eftir hesi løgtingslóg.
Umsøkjarar
§ 3. Høvuðsframleiðslufelagið, ella tann, sum fær fulltrú frá hesum felagi, kann søkja um afturbering sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Kravt verður, at høvuðsframleiðarin hevur framleitt í minsta lagi ein film ella eina sendirøð seinastu fimm árini undan umsóknini. Henda framleiðsla skal hava verið sýnd í biografi, í breiðari sjónvarpsútbreiðslu ella í breiðari almennari útbreiðslu á øðrum palli.
Rætturin til afturbering
§ 4. Afturbering av útreiðslum verður bert veitt føroyskum partafelag ella smápartafelag.
Stk. 2. 2) Felagið hevur ábyrgdina av, at framleiðslan verður framd í Føroyum, og at ein grannskoðaður verkætlanarroknskapur verður gjørdur fyri ta einstøku framleiðsluna. Verkætlanarroknskapurin skal vísa allar útreiðslur, sum afturberingin viðvíkur, og útreiðslurnar skulu bókast í felagnum.
Umsókn
§ 5. Umsókn um afturbering skal latast inn, áðrenn farið verður undir framleiðsluna í Føroyum.
Stk. 2. Í umsóknini skal í minsta lagi vera upplýst:
1) navn á umsøkjara,
2) skjalprógv um filmsrættindi,
3) lýsing av søgugongd, innihaldi og filmsgrein í framleiðsluni, sum umsóknin viðvíkur,
4) samlaða fíggjarætlanin fyri framleiðsluna,
5) fíggjarætlanin fyri framleiðsluna í Føroyum,
6) fíggjarætlan, sum nágreinar allar privatar og almennar fíggjarkeldur,
7) framleiðsluætlan fyri framleiðsluna í Føroyum,
8) yvirlit yvir alla listarliga og tøkniliga manning, sum er knýtt at framleiðsluni í Føroyum, og
9) egin meting av, í hvønn mun treytirnar í § 6, stk. 2 er loknar.
Treytir fyri afturbering
§ 6. 1) Framleiðslan skal lúka hesi krøv fyri at fáa afturbering av parti av útreiðslunum:
1) Framleiðslan skal fara heilt ella lutvíst fram í Føroyum.
a) Framleiðslan skal vera við til at menna listarliga og tøkniliga vitan og førleikar í filmsvinnuni í Føroyum.
b) Fíggjarætlanin fyri framleiðsluna skal vísa, at í minsta lagi 500.000 kr. eru brúktar til útreiðslur, sum eru fevndar av § 8.
2) Framleiðslan skal vera egnað til at útbreiða føroyska mentan, søgu ella náttúru.
3) Í minsta lagi 25% av fíggjarætlanini fyri framleiðsluna í Føroyum skal vera útlendsk fígging.
4) Skjalprógvast skal, at avtala er um altjóða útbreiðslu av framleiðsluni. Ætlanarskriv um altjóða útbreiðslu kann eisini verða góðtikið.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fakfólk og førleikar í Føroyum skulu brúkast í framleiðsluni, sbr. stk. 1, nr. 1.
Støddin á afturberingini
§ 7. Afturberingin kann vera upp til 25% av góðkendu útreiðslunum í sambandi við framleiðslu í Føroyum, sbr. § 8.
Stk. 2. Meirútreiðslur, sum koma eftir, at upptøkurnar í Føroyum eru byrjaðar, kunnu góðtakast. Tó má talan í mesta lagi vera um meirútreiðslur á 20% í mun til góðkendu fíggjarætlanina.
Góðkendar útreiðslur
§ 8. Útreiðslur, sum eru rindaðar í Føroyum, og sum eru frádráttarbærar sambært løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, eru grundarlag fyri útrokning av afturberingini. Lønargjaldingar til starvsfólk og aðrar veitarar verða bert góðkendar sum partur av útreiðslunum, um hesi eru skattskyldug í Føroyum.
Stk. 2. Útreiðslurnar skulu ikki vera hægri enn marknaðarprísur.
Stk. 3. Útreiðslur, sum eru rindaðar áðrenn umsóknin er latin inn, verða ikki góðkendar.
Umsiting
§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um umsiting av løgtingslógini, herundir at umsitingin verður løgd til skrivstovu, sum landsstýrismaðurin skipar.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir hesi løgtingslóg til annan myndugleika at fyrisita kann hann áseta reglur um kæru, herundir at avgerðir ikki kunnu kærast.
Stk. 3. Neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini kunnu fáast til vega frá TAKS.
Gildi
§ 10. Avgerð um at játta umsókn um afturbering, hevur gildi í trý ár. Freistin kann verða longd eftir umsókn, áðrenn tíðarskeiðið sbrt. 1. pkt. er farið. Freistin kann leingjast við einum ári soleiðis, at avgerðin í mesta lagi hevur gildi í fýra ár.
Treytir fyri útgjald
§ 11. Umsøkjarin skal skrivliga biðja um at fáa útreiðslurnar afturbornar. Umbøn um afturbering skal latast landsstýrismanninum áðrenn seks mánaðir eru farnir eftir, at framleiðslan í Føroyum er liðug.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at fáa afturbering av útreiðslunum, at framleiðslan í Føroyum er liðug og at ongin skattaskuld og avgjaldsskuld er til landskassan.
Stk. 3. Móttakarin av afturberingini hevur skyldu at skjalprógva, at treytirnar fyri afturbering sambært hesi løgtingslóg eru loknar.
Stk. 4. Endaligur roknskapur skal vera váttaður og góðkendur av løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal eisini vátta, at roknskapurin er í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg.
Upplýsingarskylda
§ 12. Umsøkjarin hevur skyldu at lata landsstýrismanninum allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini um afturbering.
Stk. 2. Tá játtan av umsókn um afturbering fyriliggur, hevur móttakarin av afturberingini skyldu av egnum ávum at boða frá, um broytingar eru í fortreytunum fyri afturberingina. Týðandi broytingar í framleiðsluni kunnu bert gerast eftir fráboðan og skrivligari góðkenning frá landsstýrismanninum.
§ 13. Um afturbering verður játtað sambært hesi løgtingslóg, skal hóskandi tilvísing vera til Føroya landsstýri í endatekstinum í filminum ella sendirøðini og í øðrum tilfari, eins og tá víst verður til aðrar íleggjarar og stuðlar í framleiðsluni.
Eftirlit og upplýsingar
§ 14. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við útreiðslum og útgjaldi í sambandi við framleiðsluna.
Stk. 2. Høvuðsframleiðslufelagið hevur skyldu at goyma roknskapin fyri framleiðsluna í fimm ár og skal í hesum tíðarskeiði kunna leggja roknskapin fram eftir áheitan frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Til nýtslu í sambandi við útgjald sambært lógini og eftirliti við framleiðsluni, kunnu neyðugar upplýsingar verða fingnar til vega frá TAKS.
Afturgjaldskrav, panting o.a.
§ 15. Avgerð um afturbering kann verða tikin aftur heilt ella lutvíst, útgjald kann verða hildið aftur og krav kann setast fram um at fáa goldna upphædd endurgoldna, um so er at:
1) móttakarin av afturberingini ikki hevur hildið upplýsingarskylduna sbrt. § 12,
2) afturberingin ikki verður nýtt sambært treytunum fyri afturberingini, ella
3) móttakarin á annan týðandi hátt hevur brotið ásetingarnar í hesi løgtingslóg ella treytir, sum verða settar við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Afturbering og renta, ið er fallin til gjaldingar, kann verða innheintað við panting.
Stk. 3. TAKS fremur panting fyri afturberingarskuld og skuldskrivaða rentu sambært stk. 1 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. Ov nógv útgoldin afturbering skal í seinasta lagi gjaldast 10 dagar eftir, at kravið er framsett. Er kravið ikki goldið rættstundis, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna. Hetta er eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 5. Verður ov nógv útgoldin afturbering ikki endurrindað rættstundis, kann høvuðsframleiðslufelagið verða útihýst frá at fáa afturbering sambært hesi løgtingslóg í upp til trý ár, ella til skuldin er endurrindað. Hetta er eisini galdandi, um felagið fremur fleiri brot á treytirnar í stk. 1.
Gildiskoma
§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Stk. 2. § 3, stk. 2 kemur í gildi 1. januar 2023.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 35/2017