22. desember 2009Nr. 170
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verður í § 8a, stk. 1 aftaná 2. pkt. sum nýtt 3. pkt. sett:
”Eiga persónar í felag hús v.m., ið verða útleigað til bústaðarendamál, er samlaði frádrátturin 24.000 kr.”.
Pkt. 3 og 4 verða hereftir pkt. 4 og 5.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 81/2009