23. desember 2011Nr. 170
Løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya verður gjørd henda broyting:
§ 2, stk. 2 a) verður orðað soleiðis:
a) “Inntøkur frá kolvetnisútvinning,”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. januar 2011.
Tórshavn, 23. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 98/2011