Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2001Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 8 verður sett:
“8 a. Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirfylgjandi eftirliti av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki.
2. stk. Í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er komin á tolløkið, skal Toll- og Skattstova Føroya hava yvirlit yvir slag og nøgd av vøruni, ið er innflutt.
3. stk. Vøra, ið kemur undir tollfrítøkuna, skal verða útflutt aftur í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at hon er komin inn. Toll- og Skattstova Føroya kann leingja hesa freist, um tað er neyðugt.
4. stk. Er talan um størri bjargingarroyndir v.m. í sambandi við neyðstøður, eru ásetingarnar í hesi grein eisini galdandi.”
2) Í § 19 verður 4. stk. orðað soleiðis:
“Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin í avgerðum, sum eru tiknar av Toll- og Skattstovu Føroya sambært kap. 1. til 7 a. í hesi løgtingslóg.”
3) § 23 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avgreiðslutíðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya og um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur, sum fara fram aftaná avgreiðslutíð.
2. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tænastugjøld í sambandi við tolling og umtolling.”
4) § 30 a verður orðað soleiðis:
“Í teimum fyriskipanum, sum verða gjørdar sambært hesi lóg, skal renta verða roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdagin, og til goldið er. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Tórshavn, 21. desember 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður