Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2009Nr.171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verða sum nýggj stykki sett:
“Stk. 3. Stuðul fyri tey lán, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 2, litra a og b, verður bert veittur fyri matrikulnummarið ávikavist bústaðaeindina, har viðkomandi verður hildin at búgva, t.e. tann bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í lívsáhugamálunum).
Stk. 4. Rentustuðul verður ikki veittur fyri provisjónir og líknandi gjøld.”
2) Í § 3 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, stk. 1, nr. 2, litra a, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 150.000 fyri hvørt ár.”
3) Í § 3 verður stk. 3 strikað.
Stk. 4 verður hereftir stk. 3.
4) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Tann árliga prosentupphæddin er 40% í 2009, hereftir lækkar rentustuðulin soleiðis:
1) Í 2010 er rentustuðulin 39%.
2) Í 2011 er rentustuðulin 38%.
3) Í 2012 er rentustuðulin 37%.
4) Í 2013 er rentustuðulin 36%.
5) Í 2014 og seinni er rentustuðulin 35%.”
5) Í § 6 verður stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Rentustuðulin, nevndur í § 5, verður býttur millum land og kommunu, sum niðanfyri tilskilað:
| Ár | Landið | Kommunan |
| 2009 | 27% | 13% |
| 2010 | 26% | 13% |
| 2011 | 25% | 13% |
| 2012 | 25% | 12% |
| 2013 | 24% | 12% |
| 2014 og seinni | 23% | 12% |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum.
Tórshavn, 22. desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2009