23. desember 2011Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Tilfeingis/loyvisskattur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 11. mars 2011, verður gjørd henda broyting:
1) § 30 b, stk. 7 verður “2011” broytt til: “2011 og 2012”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 23. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 99/2011