Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 172
Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 184 frá 18. desember 2020 1) 2) 3) 4)
Veiðigjald
§ 1. 1) 2) 3) 4) Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019, 2020 og 2021 og fyri hvørt kilo í rundari vekt av botnfiski, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til botnfisk í russiskum sjógvi í Barentshavinum, botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N og botnfiski við Svalbard í 2020 og 2021, tó undantiknar kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu.
Stk. 2. 2) 3) Veiðigjaldið, sambært stk. 1, er
1) 1,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli,
2) 0,60 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild,
3) 0,25 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti, og
4) 0,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av botnfiski, sbr. 1.
§ 2. 2) Veiðigjaldið, sambært § 1, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um sjófeingi.
Umrokning til runda vekt
§ 3. 3) Í sambandi við gjøldini, sambært stk. 1, skulu teir í skjali 1 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt, tó so at umrokningarfaktorarnir í skjali 2 skulu nýtast til umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt av veiðu í russiskum sjógvi.
Innkrevjing
§ 4. Veiðigjaldið, sambært § 1, fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er avreidd.
Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið ger upp veiðigjaldið og sendir rættindahavara rokning mánaðarliga.
Stk. 3. Gjaldfreistin er 10 dagar eftir dagfesting á rokning.
Stk. 4. Rinda rættindahavarar ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 5. Veiðigjaldið, umframt renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.
Revsiásetingar
§ 5. Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda veiðigjald sambært hesi løgtingslóg greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar, tá gjøldini skulu gerast upp, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.
Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, fongsul upp í 4 mánaðir.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. 5) (Strikað).
Gildiskoma
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2017
Skjal 1 3)
Fiska- slag |
Kruvdur, við høvdi |
Kruvdur, uttan høvd |
Kruvdur, skráskorin |
Japanskorin |
Flak við skræðu & beini |
Flak, uttan skræðu, við beini |
Flak við skræðu uttan bein |
Flak uttan skræðu & bein |
Flak við skræðu uttan ugga |
Flak uttan skræðu & ugga |
Fiska- mjøl |
Toskur |
1,18 |
1,50 |
1,80 |
|
2,60 |
2,90 |
2,95 |
3,25 |
|
|
|
Hýsa |
1,14 |
1,40 |
1,65 |
|
2,65 |
2,95 |
2,80 |
3,15 |
|
|
|
Upsi |
1,20 |
1,35 |
1,60 |
|
2,55 |
2,80 |
2,85 |
3,00 |
3,35 |
3,80 |
|
Svartkalvi |
1,10 |
1,20 |
|
1,43 (1) |
1,97 |
1,97 |
|
1,97 |
|
|
|
Svartkalvi |
1,10 |
1,20 |
|
1,50 (2) |
1,97 |
1,97 |
|
1,97 |
|
|
|
Longa – Blálonga |
1,20 |
1,40 |
|
|
2,80 |
2,80 |
2,80 |
|
|
|
|
Brosma |
1,20 |
1,40 |
|
|
2,55 |
2,55 |
|
2,55 |
|
|
|
Havtaska |
1,20 |
2,80 |
|
|
5,60 |
5,60 |
|
5,60 |
|
|
|
Steinb. / Liri |
1,10 |
1,65 |
|
|
4,08 |
4,08 |
|
4,08 |
|
|
|
Hvítingur |
1,20 |
1,40 |
|
|
2,80 |
2,80 |
|
2,80 |
|
|
|
Lýsingur |
1,20 |
1,40 |
|
|
2,80 |
2,80 |
|
2,80 |
|
|
|
Konga-fiskur |
1,20 |
1,65 |
|
1,95 (3) |
4,77 |
4,77 |
|
4,77 |
|
|
|
Kalvi |
1,10 |
1,35 |
|
|
2,70 |
2,70 |
|
2,70 |
|
|
|
Reyð-sprøka |
1,10 |
1,20 |
|
|
2,40 |
2,40 |
|
2,40 |
|
|
|
Div. flatfiskur |
1,10 |
1,20 |
|
|
2,40 |
2,40 |
|
2,40 |
|
|
|
Sild |
1,00 |
1,00 |
|
|
2,00 |
2,00 |
|
2,00 |
|
|
5,11 |
Makrelur |
1,15 |
1,30 |
|
|
2,60 |
2,60 |
|
2,60 |
|
|
5,11 |
Svart-kjaftur |
1,20 |
1,40 |
|
|
2,80 |
2,80 |
|
2,80 |
|
|
5,11 |
Hávur |
1,10 |
1,30 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
1. Japan-skorin svartkalvi við sporli
2. Japan-skorin svartkalvi uttan sporl
3. Japan-skorin kongafiskur
Skjal 2 3)
Umrokningarfaktorar fyri tosk:
1) Kruvdur, við høvdi 1,18.
2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50.
3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55.
4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74.
5) Flak við skræðu og beinum 2,65.
6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84.
7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25.
8) Flak við skræðu, uttan bein 2,95.
9) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,16.
10) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,43.
Umrokningarfaktorar fyri hýsu:
1) Kruvd, við høvdi 1,14.
2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40.
3) Kruvd, avhøvdað, beintskorin 1,69.
4) Flak við skræðu og beinum 2,76.
5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07.
6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15.
7) Flak við skræðu, uttan bein 2,80.
8) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,01.
9) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,28.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 13. desember 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 31. desember 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020. Stk. 2. Veiðigjøldini í § 1, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 3 og 4, eru galdandi fyri fisk, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi fyri 2020.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 184 frá 18. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “ Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”