21. desember 2001Nr. 172
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Í løgtingslog nr. 171 frá 30 desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1
1) Í § 1 verður eftir stk. 3, sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Feløg, sum hava skuld, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum í dótturfelag, kunnu ikki nýta ásetingarnar í hesi lóg, so leingi henda skuld ikki er goldin.”
2) Í § 9, stk. 2 verður “virðisbrævaskattalógini.” strikað. Í staðin verður sett: “lóg um skatt av kapitalvinningi.”
3) § 11, stk. 1, síðsta pkt. verður orðað soleiðis: “Partabrøvini í framhaldandi felagnum koma undir reglurnar í lóg um skatt av kapitalvinningi.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001.
Tórshavn, 21. desember 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður