22. desember 2009Nr. 172
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 25. mai 2009, verður § 9, stk. 2, 4. pkt. orðað soleiðis:
“Tó kann samlaði stuðulin, ið verður útgoldin persónum í sambandi við vantandi arbeiðsmøguleikar, ikki vera hægri enn 75% av lønini sambært galdandi høvuðssáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 33/2009