Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2011Nr. 172
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Rætt til rentustuðul eftir hesi lóg hava eisini lutaíbúðafeløg, ið eru stovnsett sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg.”
2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Rentustuðul eftir § 3 í hesi lóg verður fyri lutaíbúðafeløg sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg veittur fyri hvønn lutin.”
3) Í § 3, stk. 2 verður “kr. 150.000 pr. matrikulnummar”, broytt til: “tí í stk. 3 ásettu hámarksupphædd pr. matrikkulnummar”.
4) Aftaná § 3, stk. 2 verða sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Tann árliga hámarksupphæddin í 2011 er 150.000 kr., hereftir lækkar upphæddin soleiðis:
1) Í 2012 er upphæddin 140.000 kr.
2) Í 2013 er upphæddin 130.000 kr.
3) Í 2014 og seinni er upphæddin 120.000 kr.
Stk. 4. Eigaraíbúðir, sum ikki eru býttar í sjálvstøðugt matrikulnummar, og sum hava fingið rentustuðul fram til 30. september 2009, hava framhaldandi rætt til rentustuðul, hóast íbúðin ikki hevur eitt sjálvstøðugt matrikulnummar.”
Stk. 3 verður hereftir stk. 5.
5) § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis:
| “Ár | Landið | Kommunan |
| 2009 | 27% | 13% |
| 2010 | 26% | 13% |
| 2011 | 25% | 13% |
| 2012 | 24% | 13% |
| 2013 | 23% | 13% |
| 2014 og seinni | 22% | 13%” |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012
Tórshavn, 23. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 102/2011