21. desember 2001Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1) Eftir § 35a verður sum § 35b sett:
“§ 35b. Sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, verður inntøkuførdur søluárið.
Stk. 2. Keypspeningurin fyri rættindi, sum eru fevnd av stk. 1, verður útreiðsluførdur keypsárið.
Stk. 3. Fevnir avtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, kann seljarin býta sølupeningin á avvarðandi tíðarskeið. Sama er galdandi fyri keypspeningin hjá keyparanum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 7. november 2001.
Tórshavn, 21. desember 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður