Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2021Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, nr. 7 verður strikað.
2. § 10, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur, undantikið negativar rentur av lánum, sum eru fevnd av løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, roknaðar upp í uppgerðina eftir § 14.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 10. desember 2020, verður § 33, nr. 1, 1. pkt. orðað soleiðis:
“Rentuútreiðslur av íløguskuld og rakstrarskuld í sambandi við vinnuvirki og negativ renta av innistandandi hjá vinnuvirki, útreiðslur til provisión, stovningarprovisión ella premiu í sambandi við lántøku ella ábyrgd til vinnuvirki.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Rentuútreiðslur, fevndar av § 2, verða lækkaðar við negativari rentu á lánum, fevnd av § 2.”
§ 4
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2021