22. desember 2009Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Í tíðarskeiðinum 2010 – 2013 verður 35%-skatturin, ið er nevndur í §§ 14, stk. 2, 15, stk. 1 og 16, stk. 1 broyttur soleiðis, at hann í 2010 er 39%, í 2011 er skatturin 38%, í 2012 er skatturin 37% og í 2013 er skatturin 36%.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 35/2009