Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2021Nr. 174
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Sammøður javnsettar við pápar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 12. desember 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “Faðirin” sett: “ella sammóðirin”.
2. Í § 1, stk. 6 verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”.
3. Í § 3, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “Maður” sett: “ella sammóðir” og “, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði.” verður broytt til: “, nær hann ella hon roknar við at vera burtur frá arbeiði.”
4. Í § 3, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “Maður” sett: “ella sammóðir” og “hann” verður broytt til: “hann ella hon”.
5. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”.
6. Í § 9, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “faðir” sett: “ella sammóðir”.
7. Í § 9, stk. 3 verður aftan á “Faðirin” sett: “ella sammóðirin”.
8. Í § 9, stk. 4, 1. pkt. verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”.
9. Í § 9, stk. 4, 2. pkt. verður aftan á “faðir” sett: “ella sammóðir”.
10. Í § 9, stk. 5 verður tríggjar ferðir aftan á “pápin” sett: “ella sammóðirin” og eina ferð aftan á “pápan” sett: “ella sammóðurina”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022, og er galdandi fyri sammøður, hvørs børn eru fødd tann dagin ella seinni.
Í Tinganesi, 21. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 13/2021