Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 1995Nr. 174
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fískiskap verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 8, stk. 3 verður orða soleiðis:
“Stk. 3. Veiðiloyvi frá fiskifari, ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni, kann verða flutt til innflutt fiskifar við somu ella minni orku. Er talan um veiðiloyvi til pelagisk fískasløg ella rækjuveiðu kann landsstýrið gera undantøk frá hesum kravi.”
2) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskífør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. august 1996
|
Tons rund vekt |
|
|
Toskur á Føroya Banka |
500 |
|
Toskur á landgrunninum |
18.500 |
|
Hýsa |
12.000 |
|
Upsi |
39.000 |
|
Kongafiskur |
11.000” |
3) Í § 28 sum nýtt stk. 2 verður sett: “Áðrenn felags kvotupartarnir verða roknaðir, verða frábýtt 400 tons av toski av landgrunninum at nýta í bólki 6 til bátar, sum partvís reka útróður og avreiða smærri nøgdir.”
Stk. 2 og 3 verða stk. 3 og 4.
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 1995
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)