22. desember 2009Nr. 175
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 22. desember 2005, verður í § 11 aftaná nr. 4 sum nýtt nummar sett:
“5) Líkvognar og prutl.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2009