Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2011Nr. 176
Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum
(Flatskattur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 22. desember 2009, verður gjørd henda broyting:
Í grein 1 verður stk. 1 orðað soleiðis:
§ 1. Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f, smb. tó § 8, stk. 2 og § 8a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
Er inntøka minni enn kr. 65.000 verður latið 0%.
| Er inntøkan kr. | men minni enn kr. | verður latið kr. | av | og av restini % |
| 65.000 | 500.000 | 0 | 65.000 | 20% |
| 500.000 | 800.000 | 87.000 | 500.000 | 25% |
| 800.000 |
| 162.000 | 800.000 | 30% |
§ 2
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 11. mars 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelagnum er undir skattafría bortfrádráttin og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað við upp til kr. 30.000, og tann hægra verður lækkað samsvarandi.”
2) Í § 25, nr. 4 verður ”av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t.” broytt til: “av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t., sbr. tó § 29, nr. 26”.
3) Í § 29 verður sum nr. 26 sett:
“26) eftirløn o.t., sum er skattað eftir løgtingslóg um um skatt av rentutryggingum v.m. í samband við inngjald.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 29. desember 2011
Kaj Leo Holm Johennesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 103/2011