Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2020Nr. 177
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin)
(Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016, løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 og løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Inntøkur grunsins verða útvegaðar við gjøldum frá:
1) Teimum, sum taka ímóti, og teimum, sum rinda:
a) A-inntøku.
b) Lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Føroyum.
c) Lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Norðurlandi, og sum sbrt. ásetingum í millumtjóðasáttmála eru sosialt tryggjað í Føroyum.
2) Sjálvstøðugum vinnurekandi, sum hava teknað arbeiðsloysistrygging sbrt. § 12.
3) Persónum, sum hava teknað sjálvbodna arbeiðsloysistrygging sbrt. § 13.”
2. Í § 2 a verður “stovnsins” broytt til: “grunsins”.
3. Í § 3 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Samsýningin til stýrislimirnar skal góðkennast av landsstýrismanninum.”
4. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Gjaldskyldug til Arbeiðsloysisskipanina eru:
1) allir persónar, sum móttaka inntøku sbrt. § 2, nr. 1, og sum hava fylt 16 ár, men ikki hava nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og
2) øll, sum rinda inntøkur sbrt. § 2, nr. 1.
Stk. 2. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.
Stk. 3. Persónar, sum sbrt. ásetingum í millumtjóðasáttmála eru sosialt tryggjaðir í øðrum landi, eru undantiknir frá gjaldskyldu.”
5. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, í hesi løgtingslóg nevnt ALS-gjaldið, verður roknað av øllum inntøkum, sum ásett í § 2, nr. 1, sum tey gjaldskyldugu móttaka ella rinda, tó undantikið:
1) Fólkapensjón og fyritíðarpensjón.
2) Aðrar skattskyldugar almannaveitingar, undantikið:
a) Endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3 í forsorgarlógini.
b) Ansingarsamsýning fyri at ansa gomlum og óhjálpnum sbrt. § 12 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
c) Sjúkradagpengar sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
3) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og undir FAS-líknandi skipan, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran, um viðkomandi løntakari ikki hevur fastan bústað í Føroyum ella í einum av hinum Norðurlondunum.
4) Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og barnapeningur sbrt. lov om børns retsstilling.”
6. § 9, stk. 2, 1. og 2. pkt. verða orðað soleiðis:
“ALS-gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum tey gjaldskyldugu móttaka ella rinda inntøku sbrt. § 2, nr. 1. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta aðra gjaldsfreist fyri gjaldskyldug sbrt. § 7, stk. 1, nr. 2 og tey, sum taka ímóti inntøku sbrt. § 2, nr. 1, litra b og c.”
7. Í § 14, stk. 1, nr. 4 verður “67 ár” broytt til: “nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”
8. § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Útrokningargrundarlagið er móttikna inntøkan sbrt. § 2, nr. 1 seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað:
1) Fólkapensjón og fyritíðarpensjón.
2) Aðrar skattskyldugar almannaveitingar, undantikið:
a) Endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3 í forsorgarlógini.
b) Ansingarsamsýning fyri at ansa gomlum og óhjálpnum sbrt. § 12 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
c) Sjúkradagpengar sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
3) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og undir FAS-líknandi skipan, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran, um viðkomandi løntakari ikki hevur fastan bústað í Føroyum ella í einum av hinum Norðurlondunum.
4) Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og barnapeningur sbrt. lov om børns retstilling.”
9. Í § 16, stk. 1, 1. pkt. verður “75%” broytt til: “80%”.
10. § 16, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 222.000 umframt eftirlønargjaldið sbrt. § 17.”
11. § 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Arbeiðsleys, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, rinda eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini.”
12. Í § 24, stk. 1, 2. pkt. verður “§§ 14 og 21” broytt til: “§§ 14 og 25 a”.
13. Í § 26, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “Arbeiðsloysisskipanini” sett: “og Barsilsskipanini”.
14. Aftan á § 27 verður sett:
“§ 27 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast Arbeiðsloysisskipanini elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.”
15. Í § 29, stk. 1 verður “hefti” broytt til: “fongsul upp til 4 mánaðir”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Stk. 2. Orðingin “umframt eftirlønargjaldið sbrt. § 17” í § 1, nr. 10 og § 1, nr. 11 hevur tó virknað frá 1. januar 2019.
Stk. 3. Frá fyrsta útgjaldsskeiði eftir, at løgtingslógin er sett í gildi, verða øll útgjøld til arbeiðsleys og tey, sum verða arbeiðsleys eftirfylgjandi, roknað av nýggjum samsvarandi hesi løgtingslóg.
Í Tinganesi, 17. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 51/2020