Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2011Nr. 177
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 26. november 2010, verðar gjørdar hesar broytingar:
Eftir §11 verður sett:
“§ 11 a. Frá 1. januar 2012 skulu rindast 40 % í skatti av øllum eftirlønarinngjøldum hjá persónum við fullari ella avmarkaðari skattskyldu til Føroyar. Inngjald til eftirlønarskipan fevnir bæði um arbeiðsgevaraeftirlønarskipan og privata eftirlønarskipan. Hjá persónum við fullari skattskyldu til Føroyar verður inngjald til eftirlønarskipan framhaldandi fevnt av burtursíggingarrætti ávikavist frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni. Við atliti at privatum eftirlønarskipanum verður frádráttur fyri inngjald til eftirlønarskipan og avrokning av eftirlønarskatti uppgjørd árið eftir, sum ein partur av skattauppgerðini.
Stk. 2. Frá 1. januar 2012 er tað skylda hjá føroyskum arbeiðsgevara vegna eftirlønarsamanspararar at rinda eftirlønargjald til eftirlønarveitara umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS samstundis, sum lønin verður flutt, og í samsvari við eftirlønaravtaluna. Síðani avroknar TAKS 60% til eftirlønarveitara og afturheldur 40% í eftirlønarskatti, ið fer í landskassan. Eftirlønarveitari upplýsir eitt felags kontonummar til at móttaka eftirlønargjald vegna eftirlønarsamansparara. Eftirlønarskatturin fellur til gjaldingar samstundis sum eftirlønargjaldið.
Stk. 3. Um arbeiðsgevari ikki rindar skattin av eftirlønini rættstundis, kann TAKS krevja upphæddina við tilskrivaðum rentum inn við panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Stk. 4. Um eftirlønarsamansparari ikki hevur hildið sína skyldu við at rinda skatt av eftirlønarinngjaldi sambært stk. 1, verður tann skuldkomni skatturin við tilskrivaðum rentum kravdur inn við skattauppgerð eins og B-skattur. TAKS kann fremja panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
§ 11 b. Allar eftirlønarskipanir, ið eru stovnaðar hjá Lív (Føroya Lívstrygging) við støði í løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 við gildi frá 1. januar 1967, verða framhaldandi galdandi. Somuleiðis verður veitingartrygd, ið Lív hevur givið tilsøgn um, galdandi. Grundað á lækkað eftirlønarinngjald vegna skatt av inngjaldi, verður heimild givin eftirlønarveitararanum Lív á verandi eftirlønaravtalum at niðurseta veitingartrygdina samsvarandi niðurskurðinum á eftirlønarinngjaldinum.
Stk. 2. Talan verður ikki um nýtekning av galdandi eftirlønaravtalum, ið gjørdar eru millum føroyskan eftirlønarveitara og hvønn einstakan tryggingartakara. Tær tryggingar, ið eru stovnaðar sambært eftirlønaravtalu, eru framvegis í gildi.
Stk. 3. Tað verður álagt eftirlønarveitarum at halda gjøgnumskygdan skilnað millum óskattað eftirlønarinngjøld til og við 31. desember 2011, og skattað eftirlønarinngjøld, inngoldin eftir 31. desember 2011.
Stk. 4. Allar eftirlønarskipanir, ið eru fevndar av hesi løgtingslóg til og við 31. desember 2011, verða framhaldandi galdandi og fylgja útgjaldsleistinum, ið eru ásettar sambært hesi løgtingslóg fram til 31. desember 2011.
Stk. 5. Skattað inngjald, ið er inngoldið eftir 31. desember 2011, verður rindað óskert útaftur, og fylgir útgjaldið teimum ásetingum, ið annars eru ásettar sambært hesi løgtingslóg.
§ 11 c. Hámarkið fyri loyvdum inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/kapitaleftirlønar- samansparing verður fyri árið 2012 ásett til 25.000 kr. brutto.
Stk. 2. Hámarkið fyri loyvdum inngjaldi til lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður fyri árið 2012 ásett til 100.000 kr. brutto.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Við atliti at inngjaldi til útlendskar eftirlønarskipanir kemur løgtingslógin í gildi 1. juli 2012.
Tórshavn, 29. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 104/2011