Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2020Nr. 178
Løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Yvirvøka við vakmyndatóli
§ 1. Yvirvøka við vakmyndatóli er at skilja sum skipað ella regluliga endurtakandi yvirvøka av persónum við fjarstýrdum ella sjálvvirkandi vakmyndatóli, myndatóli ella líknandi.
Stk. 2. Ásetingarnar um yvirvøku við vakmyndatóli eru eisini galdandi, tá slík tól verða sett upp.
Privat
§ 2. Tað er ikki loyvt privatum við vakmyndatóli at yvirvaka gøtu, veg, pláss ella líknandi øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu.
§ 3. § 2 er ikki galdandi fyri:
1) Yvirvøku av bensinstøðum, ídnaðarvirkjum, innilokaðum handilsmiðstøðum og líknandi økjum, har vinnuligt virksemi fer fram, um tann sum hevur ræði á økinum stendur fyri yvirvøkuni.
2) Yvirvøku við peningasjálvtøkur o.tíl. ella bilar, sum einans verða nýttir til flutning av peningi, um tann sum hevur ræði á sjálvtøkuni ella bilinum stendur fyri yvirvøkuni, og yvirvøkan einans er rætta móti persónum, sum eru beint við sjálvtøkuna ella bilin.
3) Yvirvøku, sum peningastovnar o.tíl., gistingarhús, matstovur, handilsmiðstøðir og handlar, har sum smásøla fer fram, hava av:
a) egnum inngongdum, framsíðu og baksíðu, og
b) økjum, sum eru beinleiðis knýtt at egnum inngongdum, framsíðu ella baksíðu, og sum natúrliga verða nýtt ella kunna nýtast sum atgongd ella rýmingarleið, um yvirvøkan greitt er neyðug til tess at fyribyrgja lógarbrotum.
4) Yvirvøku í tunlum, undir hesum á gjaldsstøðum við tunnilsmunnar og á innkoyringarvegum, til tess at økja um trygdina ella til tess at krevja gjald um tann, sum hevur ábyrgdina av trygdini ella gjaldsskipanini stendur fyri yvirvøkuni.
5) Yvirvøku, sum ikki verður tikin upp á video, film o.tíl., tá talan er um yvirvøku av egnum inngongdum, framsíðu, baksíðu, girðing ella líknandi.
§ 4. Uttan mun til § 2 kann politiið í samráð við landsstýrismannin í serligum førum eftir umsókn geva fyritøkum, feløgum o.ø. loyvi til við vakmyndatóli at yvirvaka, tá hetta verður mett neyðugt til tess at fyribyrgja lógarbrotum. Eitt loyvi kann verða treytað og kann ikki hava longri gildistíð enn 2 ár.
Stk. 2. Avgerðir sbrt. stk. 1 eru endaligar innan fyrisitingina.
§ 5. Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við yvirvøku við vakmyndatóli, sbrt. §§ 3 og 4, er fevnd av løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum.
Almennir myndugleikar
§ 6. Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við yvirvøku við vakmyndatóli, sum almennur myndugleiki stendur fyri, er fevnd av løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum.
Skelting
§ 7. Privat og almennir myndugleikar, sum við vakmyndatóli yvirvaka støð ella høli, sum vanlig atgongd er til, ella arbeiðspláss, skulu skelta ella á annan líknandi hátt týðiliga gera vart við yvirvøkuna.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri yvirvøku av bilum, sum einans verða nýttir til flutning av peningi, sbrt. § 3, nr. 2, og yvirvøku, sum ikki verður tikin upp, sbrt. § 3, nr. 5.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skelting, sbrt. stk. 1.
Víðarigeving og striking
§ 8. Myndaupptøkur og ljóðupptøkur sum innihalda persónupplýsingar, og sum eru gjørdar í sambandi við yvirvøku við tí endamáli at fyribyrgja lógarbrotum, kunnu einans gevast víðari til onnur í hesum førum:
1) Tann skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki.
2) Víðarigevingin er heimilað í lóg.
3) Víðarigevingin er til politiið til tess at politiið kann kanna og avdúka lógarbrot.
Stk. 2. Upptøkur fevndar av stk. 1 skulu strikast í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkuna, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Upptøkur sbrt. stk. 1 kunnu goymast meira enn 30 dagar, um tað er neyðugt fyri at dátuábyrgdarin kann viðgera eina ítøkiliga ósemju. Í hesum førum skal dátuábyrgdarin innan 30 dagar kunna tann, sum ósemjan er við, og eftir umbøn geva viðkomandi avrit av upptøkuni.
Eftirlit
§ 9. Dátueftirlitið hevur eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum sbrt. § 8.
Stk. 2. Tann, sum setur upp vakmyndatól, myndatól ella líknandi, sbrt. § 1, skal boða Dátueftirlitinum frá. Dátueftirlitið førir eina skrá yvir tól fevnd av 1. pkt.
Stk. 3. Munandi broytingar í yvirvøkuni, sum er fráboðað sbrt. stk. 2, skulu fráboðast Dátueftirlitinum.
Revsing o.tíl.
§ 10. Brot á § 2, § 7, stk. 1, § 9, stk. 2, 1. pkt. og § 9, stk. 3 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Brot á treytir í loyvum sbrt. § 4, stk. 1 verður revsað við sekt.
Stk. 3. Um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóggávu, verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir, sum brýtur § 8.
Stk. 4. Við reglum givnum við heimild í løgtingslógini kann ásetast revsing við sekt.
Stk. 5. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 6. Í málum um brot á hesa løgtingslóg kann húsarannsókn fara fram eftir reglunum í retsplejelov for Færøerne um húsarannsókn í málum, sum hava við sær frælsisrevsing.
Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer lov nr. 278 af 9. juni 1982 om forbud mod privates TV-overvågning m.v., som sat i kraft ved kongelig anordning nr. 155 af 21. marts 1988, úr gildi.
Stk. 2. Vakmyndatól, myndatól og líknandi, sum sambært § 9, stk. 2, 1. pkt. skulu fráboðast Dátueftirlitinum, og sum eru sett upp, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, skulu fráboðast Dátueftirlitinum í seinasta lagi 1. juli 2021.
Í Tinganesi, 17. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 44/2020