21. desember 2018Nr. 178
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Longd gildistíð á rættindum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verður í § 21, stk. 1, 1. pkt. “2026” broytt til: “2027”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 59/2018