Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 1992Nr. 179
Løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2023
§ 1. 1) 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) Í 2024 verður eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. ltr. lagt á søluna av gassolju, viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I, til brúkaran. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101947 og 27101948 fýringsolja, 27101943 og 27101946 autodieselolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,00 kr. pr. ltr. Í 2024 verður somuleiðis eitt gjald upp á 0,90 kr. pr. ltr. lagt á søluna til brúkaran av brenniolju, fuelolju. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101964 og 27101968 brenniolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,15 kr. pr. ltr.
Stk. 2. 1) 6) Gjaldið fyri olju selda í einum mánaði, skal verða goldið TAKS í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir.
Stk. 3. 1) 2) 9) Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. 1) 10) 11) 6) TAKS kann innheinta við panting avgjøld og rentur, ið fallin eru til gjaldingar.
§ 2. Fyri gassolju latin til skip yvir 20 GT skal einki avgjald rindast.
Stk. 2. 6) Skip og bátar undir 20 GT, sum TAKS metir vera í vinnu og eru mvg-skrásett, hava rætt til at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sambært § 1.
Stk. 3.12) 5) 6) Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava rætt til at fáa endurrindað tað avgjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skal sendast til TAKS.
Stk. 4. 11) 12) 6) 7) 8) Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um endurrindan av gjaldinum sambært hesi lóg.
Stk. 5. 11) 12) 6) 8) (Strikað).
§ 3. 11) Brot móti hesi lóg ella kunngerð við heimild í hesi lóg verða sektað, heraftrat kann vøran, sum roynt hevur verið at selja í stríð við givnar reglur, inndragast. Annars verða reglurnar í 10. kap. í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll at nýta.
§ 3 a. 10) 6) TAKS hevur til eina og hvørja tíð heimild til uttan rættarúrskurð at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum, sum selja ta í § 1 nevndu vøru, og hjá teimum í § 2 nevndu skipum, bátum og virkjum.
Stk. 2. 6) Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1, skal eftir áheitan frá TAKS latast TAKS.
§ 4. Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 99 frá 1. oktober 1986 við seinni broytingum um serligt gjald á brenniolju v.m.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, har § 9 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 9. desember 2005.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 19. november 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2012.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 18. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006.
10) Broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 29. desember 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 við seinni broytingum úr gildi.”
11) Broytt við løgtingsóg nr. 66 frá 10. mai 1994, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. apríl 1994. Stk. 2. Endurgjald sambært § 1, nr. 2, verður veitt fyri olju, ið er latin eftir 1. apríl 1994.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 8. mai 2012.