20. november 2025Nr. 179
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
(Hækking av barnafrádráttinum - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. apríl 2025, verður í § 2, stk. 1, 1. pkt. “kr. 9.200” broytt til: “kr.10.700” og “kr. 6.500” broytt til: “kr. 7.500”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 20. november 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 17/2025