21. desember 2018Nr. 179
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018
(Leingjan av heimild at taka veiðigjald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019”.
2. Í § 1, stk. 1 verður aftan á “2018” sett: “og 2019”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2018