Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2005Nr. 18
Løgtingslóg um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023
(Barnaverndarlógin)
Kapittul 1
Lógarinnar endamál og øki
Endamál
§ 1. Endamálið við hesi lóg er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Stk. 2. Myndugleikarnir skulu leggja dent á at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.
Fevnt av lógini
§ 2. 1) Lógin fevnir um børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið.
Stk. 2. 1) Fyri ung í aldrinum 18-23 ár kunnu bert tær fyriskipanir, ið eru nevndar í § 15 b, setast í verk. Hesar fyriskipanir kunnu bert setast í verk, um ein fyriskipan er sett í verk eftir hesi lóg, áðrenn tann ungi fyllir 18 ár.
Stk. 3. Somuleiðis fevnir lógin í teimum í § 14 nevndu førum um ófødda barnið.
§ 3. Lógin er galdandi fyri børn, ið eru stødd í Føroyum.
Kapittul 2
Umsiting av barnaverndarmálum
Barnaverndarnevndir
§ 4. 1) Kommunurnar skulu seta barnaverndarnevndir. Kommunurnar skulu samstarva við aðrar kommunur um val av barnaverndarnevndum sbrt. stk. 5. Barnaverndarnevndirnar verða valdar av kommunustýrunum.
Stk. 2. 1) Í eini barnaverndarnevnd skulu vera í minsta lagi 3 limir og samsvarandi varalimir. Formaðurin og meirilutin í nevndini skulu í minsta lagi hava eina viðkomandi miðallanga útbúgving. Harumframt skulu limirnir lúka treytirnar til val til bý- ella bygdarráð og hava reina revsiváttan.
Stk. 3. Barnaverndarnevndin verður vald eftir kommunuval fyri valskeiðið, sum kommunustýrið situr. Barnaverndarnevndin velur sjálv formann og næstformann.
Stk. 4. Kommunustýrið kann lata stýrinum í sínum kommunufelagsskapi heimildina at velja eina felags barnaverndarnevnd, sum er galdandi fyri meira enn eina kommunu.
Stk. 5. 1) Samstarvsøkini sambært stk. 1 skulu skipast samsvarandi eindunum í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur. Samstarvsøkir kunnu samstarva um felags barnaverndarnevnd, og skulu samstarvsøkini tá vera samfeld landafrøðiliga ella samferðsluliga. Tó kann landsstýrismaðurin loyva, at fleiri barnaverndarnevndir verða skipaðar innan einstøku samstarvsøkini, treytað av, at tað eru í minsta lagi 3.000 íbúgvar fyri hvørja barnaverndarnevnd.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin góðkennir kommunal samstørv sambært stk. 1.
Stk. 7. Fyri luttøku á fundum í barnaverndarnevndum fáa limir og varalimir samsýning sambært reglunum í kommunustýrislógini.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við kommunurnar, áseta nærri reglur um at manna barnaverndirnar.
Barnaverndarumsitingin
§ 5. 1) Kommunustýrið skal syrgja fyri, at starvsfólk, við í minsta lagi miðallangari viðkomandi útbúgving, verða sett at umsita barnaverndarmál. Harumframt skulu starvsfólkini hava reina revsiváttan.
Stk. 2. Um fakfólkini sambært stk. 1 eru ógegnig í einum máli, skal kommunustýrið syrgja fyri, at annað egnað fakfólk verður sett at loysa málið.
Stk. 3. Um fakfólkini sambært stk. 1 ikki hava kunnleika til fyrisitingarrætt, skipar Barnaverndarstovan fyri, at fakfólkini fáa eftirútbúgving í fyrisitingarrætti, undir hesum málsviðgerð sambært fyrisitingarlógini og hesi lóg, sbr. § 13, stk. 2.
Stk. 4. 1) Barnaverndarumsitingin skal hava fastar, væl lýstar upp- og afturlatingartíðir, og tað skal vera møguligt at fáa fatur á barnaverndarumsitingini umvegis telefon innan fyri hesar tíðir. Um tørvur er á hjálp uttan fyri arbeiðstíð, skal vera møguligt at fáa fatur á barnaverndarnevndarformanninum ella einum, sum hann hevur latið hesa uppgávu.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við kommunurnar, áseta nærri reglur um kommunalt samstarv um barnaverndarumsiting.
Felagsheitið: Barnaverndartænastan
§ 6. Felagsheitið fyri kommunalu myndugleikarnar á økinum: Barnaverndarnevndir og barnaverndarumsitingar, verður í hesi lóg: Barnaverndartænastan.
Stk. 2. Í teimum førum, har kommunur ynskja samstarv, verða hesar at samstarva um bæði barnaverndarnevnd sambært § 4, barnaverndarumsiting sambært § 5 og fígging sambært § 68
§ 7. Barnaverndarnevndin tekur avgerð eftir tilmæli frá barnaverndarumsitingini í kommununi, sum viðger málið sambært kapitli 7 í hesi lóg.
§ 8. Barnaverndartænastan hevur ábyrgd av, eftir fráboðan ella av sínum eintingum, at gáa eftir børnum í kommununi, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og av at seta fyriskipanir í verk, sum á besta hátt kunnu loysa trupulleikarnar.
Stk. 2. 1) Barnaverndartænastan skal veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.
Stk. 3. 1) Barnaverndartænastan skal í størstan mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk. Um tað ikki verður mett at vera ráðiligt at halda áfram við fyribyrgjandi fyriskipanum í samstarvi við foreldrini, skal barnaverndartænastan taka stig til, at aðrar fyriskipanir uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, verða settar í verk.
§ 9. 1) Barnaverndarnevndin tekur avgerð í málum, har samtykki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og einum barni, ið hevur fylt 15 ár, tó undantikið í málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24 og viðvíkjandi § 15 a.
Stk. 2. Harumframt tekur Barnaverndarnevndin avgerð í málum sambært § 15, stk. 2, § 17, stk. 1, § 18, stk. 1, § 20, stk.1 og § 21, stk. 2 uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan.
Tvørfakligt samstarv
§ 10. Barnaverndartænastan skal samstarva við onnur barnaverndarøki og myndugleikar, tá ið Barnaverndartænastan metir hetta vera eina hjálp til at loysa uppgávur sambært hesi lóg.
Stk. 2. Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, sum starvast við børnum í barnaverndarøkjunum, undir hesum sosialráðgevarar, heilsusystrar, læknar, lærarar, sálarfrøðingar og námsfrøðingar.
§ 10 a. 2) Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt samstarv, tá børn undir 18 ár hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, ella tá illgruni er um, at hesi eru ella hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi.
Stk. 2. Løgregla, ákæruvald, sosialir myndugleikar, heilsumyndugleikar, løggild heilsustarvsfólk og starvsfólk í Barnahúsinum kunnu í sambandi við málsviðgerð sbrt. stk. 1 lata upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá barninum og familjuni ímillum sín, tá umhugsni fyri viðurskiftum barnsins fer fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan.
Mál, ið Føroya Kærustovnur tekur avgerð í 3)
§ 11. 3) Føroya Kærustovnur tekur avgerð í málum, har samtykki ikki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og einum barni, ið hevur fylt 15 ár, tó undantikið § 15, stk. 2, § 17, stk. 1, § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1.
Stk. 2. 1) 4) 3) Harumframt tekur Føroya Kærustovnur avgerð í málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan, sbr. § 57, stk. 3, í øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24, í málum um familjuviðgerð og dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum, sbr. § 15 a, fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3 og í málum um privata samdøgursrøkt, sbr. § 63 a, stk. 5.
Stk. 3. 3) Barnaverndarnevndin leggur mál fyri Føroya Kærustovn eftir mannagongdini í kapitli 8.
§ 12. 3) (Strikað).
Stk. 2. 3) (Strikað).
Stk. 3. 3) (Strikað)
Stk. 4. 3) (Strikað).
Stk. 5. 3) (Strikað).
Barnaverndarstovan
§ 13. Barnaverndarstovan er ein felagskommunalur stovnur.
Stk. 2. 1) Uppgávan hjá Barnaverndarstovuni er m.a. at:
1) arbeiða fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í landinum,
2) virka sum ráðgevi hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi stevnumiðum á barnaverndarøkinum,
3) vegleiða og ráðgeva barnaverndartænastunum í almennum spurningum viðvíkjandi viðgerð av barnaverndarmálum,
4) veita barnaverndartænastunum undirvísing viðvíkjandi uppgávum teirra sambært hesi lóg,
5) (Strikað).
6) skipa og umsita fosturforeldraskipanina sambært kapitli 5 í hesi lóg,
7) syrgja fyri menning á økinum,
8) savna saman og umsita hagtøl á økinum.
Kapittul 3
Fráboðanarskyldan
§ 14. 1) Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.
Stk. 2. 1) Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.
Stk. 3. 1) Fráboðast skal eisini eftir stk. 1 og 2 um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.
Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49.
Stk. 5. 1) 2) Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin er móttikin. Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, skal barnaverndartænastan boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin hevur ført til, at málið verður kannað, ella at fyriskipanir eru settar í verk sambært hesi lóg. Afturboðanin fevnir bert um tann, ið fráboðað er um.
Stk. 6. 2) Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, kann barnaverndartænastan, tá tað hevur avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp og stuðul fráboðari sbrt. stk. 1 kann veita barninum, kunna um, hvørjar fyriskipanir eru settar í verk.
Kapittul 4
Fyriskipanir
Fyribyrgjandi fyriskipanir
§ 15. 1) Um kanningin sambært § 45 vísir, at neyðugt er at seta fyriskipanir í verk fyri barnið sambært hesi lóg, skal barnaverndarnevndin við samtykki frá og í samstarvi við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, seta fyriskipanir í verk, undir hesum:
1) veita sálarfrøðiliga ella aðra hóskandi hjálp til barnið og/ella familjuna,
2) veita familjuviðgerð ella líknandi stuðul,
3) veita stuðul í heiminum,
4) veita heilt ella partvíst ansingarpláss á dagstovni, í dagrøkt ella líknandi fyri børn, tá ið tað av sosialum, orsøkum verður mett at vera neyðugt,
5) hjálpa við at finna hóskandi útbúgvingarpláss, arbeiðspláss ella líknandi til barnið,
6) menna frítíðarvirksemið hjá barninum,
7) geva tilboð um umlættingarskipan hjá góðkendum fosturforeldrum,
8) stuðla foreldrum at fáa og fullføra viðgerð vegna sjúku, rúsevnismisnýtslu ella aðrar persónligar trupulleikar,
9) tilnevna ein fastan persón, ið barnið altíð kann seta seg í samband við við sínum trupulleikum,
10) veita persónligan ráðgeva til barnið,
11) veita stuðul til barn, 16 ár ella eldri, í egnum kamari ella egnari íbúð.
Stk. 2. Barnaverndarnevndin kann um neyðugt seta fyriskipanir eftir stk. 1, nr. 1, 4, 5, 6, 9 og 10 í verk, hóast foreldur/foreldramyndugleiki ikki loyva tí, um tað má metast at vera av munandi týdningi fyri barnsins serliga tørv á stuðli, og tá ið endamálið við fyriskipanini verður mett at kunna røkkast uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan. Um barnið hevur fylt 15 ár, skal samtykki í hesum føri tó fáast frá barninum, áðrenn nøkur fyriskipan verður sett í verk.
Stk. 3. Umframt at kommunan heldur útreiðslurnar, ið standast av stk. 1, sbr. § 68, kann barnaverndarnevndin veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið fylgja av fyriskipanum eftir stk. 1, nr. 1-8, tá ið foreldrini ikki sjálvi megna útreiðslurnar.
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 15 a. 1) 3) Føroya Kærustovnur kann innskriva familju til familjuviðgerð á stovni hjá landinum sum dag- ella samdøgurstilboð.
Stk. 2. 3) Føroya Kærustovnur kann innskriva barn, ið er fevnt av hesi lóg, og sum ikki kann integrerast á kommunalum dagstovni, á dagstovn hjá landinum.
Stk. 3. Barnaverndarnevndin kann veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið standast av fyriskipan eftir stk. 1 og 2, tá ið foreldrini ikki sjálvi megna útreiðslurnar. Um familjan verður innskrivað til familjuviðgerð eftir stk. 1, fáa foreldrini endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi við hægstu sjúkradagpeningaveiting.
Fyriskipanir til ung í aldrinum 18-23 ár
§ 15 b. 1) Barnaverndarnevndin kann avgera, at ein fyribyrgjandi fyriskipan skal halda fram eftir, at tann ungi hevur fylt 18 ár, ella seta aðra fyriskipan í verk eftir § 15, stk. 1, nr. 1, 5, 6, 9, 10 og 11.
Stk. 2. 3) Er tann ungi umsorganaryvirtikin eftir § 19, tá viðkomandi fyllir 18 ár, kann Føroya Kærustovnur taka avgerð um, at:
1) fyriskipanin skal halda fram,
2) seta í verk uppihald í stovnslíknandi fyriskipan, og
3) seta í verk útslúsing frá uppihaldsstaðnum,
Stk. 3. Ein ella fleiri av fyriskipanunum í stk. 1 og 2 skulu setast í verk, tá tann ungi fyllir 18 ár, um tað verður mett at vera av munandi týdningi fyri, at tann ungi kann megna eina sjálvstøðuga vaksnamannatilveru. Fyriskipanin kann tó bert setast í verk, um tann ungi samtykkir.
Stk. 4. Fyriskipanir eftir stk. 1 og 2 skulu halda uppat, tá endamálið er rokkið, ella fyriskipanin ikki longur tænir endamálinum, og í seinasta lagi tá tann ungi fyllir 23 ár. Fyriskipan eftir stk. 2, nr. 1 skal tó halda uppat í seinasta lagi, tá tann ungi fyllir 21 ár.
Uppfylgjan av málinum
§ 16. Barnaverndarnevndin skal hava eftirlit við, hvussu barnið og foreldrini hava tað, eftir at ein fyriskipan er sett í verk.
Stk. 2. 1) Barnaverndarnevndin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at ein fyriskipan er sett í verk, meta um, hvørt fyriskipanin virkar eftir ætlan, ella um neyðugt er at seta nýggjar fyriskipanir í verk, og um ætlanin eftir § 47 skal broytast. Barnaverndarnevndin skal eftir hetta meta um fyriskipanirnar minst 6. hvønn mánað.
Stk. 3. 1) Er barnið sett heiman, skal eftirlitið eftir stk. 1 umfata minst tvær árligar eftirlitisvitjanir, har barnaverndartænastan tosar við barnið, helst í einrúmi. Metingin eftir stk. 1 skal grundast á eftirlitisvitjanirnar.
Stk. 4. 1) Barnaverndarnevndin skal taka stig til, at nýggjar fyriskipanir verða settar í verk, og ætlanin eftir § 47 broytt, um metingin eftir stk. 1 vísir, at tørvur er á hesum.
§ 16 a. 1) Barnaverndarnevndin kann seta heimið undir umsjón við at seta eftirlitsverja í heimið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um heimildir og skyldur hjá eftirlitsverjum.
Bráðfeingis avgerðir
§ 17. 1) Er vandi fyri, at eitt barn verður skatt av at verða verandi í heiminum, kann barnaverndarnevndin uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, avgera at taka barnið úr heiminum uttan rættarúrskurð.
Stk. 2. Um barnaverndarnevndin ikki er saman, kann formaðurin ella, tá honum berst frá, næstformaðurin avgera at taka barnið úr heiminum sambært stk. 1.
Stk. 3. 3) Avgerðin skal skjótast til ber og innan 2 yrkadagar leggjast fyri Føroya Kærustovn til góðkenningar.
Stk. 4. Í teimum førum, har eitt barn er uttan umsorgan, skal barnaverndarnevndin seta í verk neyðugar fyriskipanir.
Stk. 5. 1) Avgerðin sambært stk. 1, 2 og 4 um at taka barnið bráðfeingis úr heiminum kann ikki standa við í meira enn fýra mánaðir.
Læknakanning og viðgerð
§ 18. 2) Í teimum førum, har orsøk er at halda, at eitt barn hevur eina lívshóttandi ella álvarsama sjúku ella skaða, er fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, og um tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og barnið, ið hevur fylt 15 ár, ikki geva samtykki til, at barnið kemur til kanningar ella viðgerð, kann barnaverndarnevndin uttan rættarúrskurð avgera, at barnið skal til hóskandi viðgerð ella kanning, undir hesum viðgerð og kanning, ið Barnahúsið fyriskipar.
Stk. 2. Um barnaverndarnevndin ikki er saman, kann formaðurin ella, tá honum berst frá, næstformaðurin avgera, at barnið skal til hóskandi viðgerð ella kanning sambært stk. 1.
Stk. 3. 3) Avgerðir sambært stk. 1 og 2 skulu skjótast til ber, og innan 2 yrkadagar, leggjast fyri Føroya Kærustovn til góðkenningar.
Yvirtøka av umsorganini fyri barni
§ 19. 3) Føroya Kærustovnur kann taka avgerð um umsorganaryvirtøku í hesum førum:
1) tá ið álvarsom vanrøkt er í mun til dagligu umsorganina fyri barninum,
2) um barnið er fyri harðskapi ella øðrum álvarsomum ágangi,
3) um líkt er til, at barnsins heilsa ella menning er í álvarsomum vanda vegna foreldranna vantandi umsorgan,
4) um barnið hevur misnýtslutrupulleikar, brotsligan atburð ella aðrar álvarsamar sosialar trupulleikar, ella
5) um barnið hevur aðrar atferðar- ella tillagingartrupulleikar.
Stk. 2. Yvirtøka av umsorganini fyri einum barni sambært stk. 1 skal bert nýtast, um mett verður, at umsorganaryvirtøka er neyðug og best fyri barnið, og tá ið fyribyrgjandi fyriskipanirnar sambært hesi lóg ikki verða mettar at skapa eitt nøktandi úrslit fyri barnið.
Stk. 3. Barnaverndarnevndin hevur uppfylgjanina av málinum um hendi sambært § 16.
Stk. 4. 1) Í sambandi við umsorganaryvirtøku skal barnaverndartænastan hjálpa barninum at finna ein persón, ið kann tilnevnast sum fastur persónur, ið barnið altíð kann venda sær til við sínum trupulleikum, meðan barnið er sett heiman.
Forboð viðvíkjandi flyting av barni, tá ið tað er sett heiman
§ 20. 1) Er eitt barn sett heiman við samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, kann barnaverndarnevndin avgera, at barnið í mesta lagi tríggjar mánaðir ikki skal setast heimaftur.
Stk. 2. Ein slík avgerð kann einans takast, um eingin rímilig orsøk er fyri, at barnið skal flytast, ella um flytingin kann vera barninum at skaða.
Stk. 3. 3) Avgerðir sambært stk. 1 skulu skjótast til ber, og innan 2 yrkadagar, leggjast fyri Føroya Kærustovn til góðkenningar.
Stk. 4. Barnaverndarnevndin hevur uppfylgjanina av málinum um hendi sambært § 16.
Umsorganarábyrgd
§ 21. Barnaverndarnevndin yvirtekur umsorganarábyrgdina av barninum, tá ið tað verður sett heiman.
Stk. 2. Barnaverndarnevndin kann lata umsorganarábyrgdina upp í hendurnar á fosturforeldrunum ella stovninum, har barnið býr.
Samverurættur og duldur bústaður
§ 22. 1) Í hesi lóg hava børn og foreldur samverurætt í tann mun, samverurætturin ikki er skerdur sambært foreldramyndugleikalógini.
Stk. 2. 3) Føroya Kærustovnur tekur støðu til, hvussu samvera skal skipast í málum viðvíkjandi yvirtøku av umsorgan.
Stk. 3. 1) 3) Ein avtala ella avgerð um samveru sambært foreldramyndugleikalógini er galdandi, um Føroya Kærustovnur ikki avger annað.
Stk. 4. 4) 3) Tá ið tað er neyðugt fyri heilsu og menning hjá barninum, kann Føroya Kærustovnur seta treyt um, at umboð fyri barnaverndartænastuna skal vera hjástatt undir samveru ímillum barn og foreldur. Føroya Kærustovnur tekur eftir tilmæli frá Barnaverndartænastuni støðu til, um umboðið fyri Barnaverndartænastuna skal virka sum
1) eftirlit við ella
2) stuðul hjá foreldrunum.
Stk. 5. 3) Føroya Kærustovnur kann nokta foreldrunum samverurætt, um tað verður mett at vera best fyri barnið.
Stk. 6. 3) Føroya Kærustovnur kann í serligum førum nokta foreldrunum at vita, hvar barnið býr.
Stk. 7. 3) Føroya Kærustovnur kann geva øðrum enn foreldrunum loyvi til samveru við barnið.
Stk. 8. 5) 6) Barnaverndartænastan ber, eftir umbøn, ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru innanlands. Landið ber ferðaútreiðslurnar sum standast av samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands.
Varandi yvirtøka av umsorganini
§ 23. 1) 3) Føroya Kærustovnur kann taka avgerð um at taka umsorganina varandi frá foreldrunum, um:
1) tað má metast at vera sannlíkt, at foreldrini varandi ikki eru før fyri at geva barninum nøktandi umsorgan,
2) eitt barn verður álvarsliga misrøkt, misnýtt kynsliga ella er fyri álvarsligum sálarligum ella likamligum ágangi ella eyðmýking í heiminum,
3) barnið hevur verið til fosturs í minst 5 ár, og hevur fingið so sterkt tilknýti til fosturforeldrini, at tað má metast at vera av stórum týdningi og best fyri barnið, at tað verður verandi hjá fosturforeldrunum.
Stk. 2. Umsorganin kann bert verða tikin varandi frá foreldrunum, um tað ikki er møguligt at seta aðrar og lagaligari fyriskipanir í verk, ella um slíkar fyriskipanir hava verið royndar, men ikki givið úrslit.
Avgerð um umsorganaryvirtøku verður broytt, sett úr gildi ella endar 1)
§ 24. 1) 3) Viðvíkjandi fyriskipanum um umsorganaryvirtøku sambært § 19 skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar hjá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, ella um støðan framvegis er soleiðis, at barnið eigur at verða verandi uttan fyri heimið. Barnaverndarnevndin leggur eftirmetingina fyri Føroya Kærustovn eftir mannagongdini í kapitli 8.
Stk. 2. 1) 3) Metir Føroya Kærustovnur, at umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, skal Føroya Kærustovnur seta avgerðina um umsorganaryvirtøku sambært § 19 úr gildi.
Stk. 3. 1) 3) Metir Føroya Kærustovnur, at støðan framvegis er soleiðis, at barnið eigur at verða verandi uttan fyri heimið, tekur Føroya Kærustovnur avgerð um, at fyriskipanin skal halda áfram.
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
§ 24 a. 1) 3) Hevur eitt barn ikki verið sett heiman innan fyri tað seinasta árið, kann ein fyriskipan um umsorganaryvirtøku ikki halda fram longur enn eitt ár frá tí degi, Føroya Kærustovnur tók avgerð um fyriskipanina uttan við nýggjari avgerð frá Føroya Kærustovni.
Stk. 2. 3) Hevur eitt barn verið sett heiman innan fyri tað seinasta árið, kann ein fyriskipan um umsorganaryvirtøku ikki halda fram longur enn tvey ár frá tí degi, Føroya Kærustovnur tók avgerð um fyriskipanina uttan við nýggjari avgerð frá Føroya Kærustovni.
Stk. 3. 3) Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, at Føroya Kærustovnur tók avgerð.
Stk. 4. 3) 3) Hóast ásetingina í stk. 1 og 2, kann Føroya Kærustovnur áseta styttri freist fyri, nær eftirmeting skal leggjast fyri Føroya Kærustovn til avgerðar.
Stk. 5. 3) Føroya Kærustovnur kann áseta eina longri freist enn tær í stk. 1 og 2, um umstøðurnar, ið eru grundarlagið fyri avgerðini, eftir øllum líkindum mugu væntast at vera til staðar út yvir freistina.
§ 24 b. 1) 3) Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, kunnu krevja, at eitt mál um yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 19, ella um varandi yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 23, skal viðgerast av Føroya Kærustovni av nýggjum, um umstøður teirra eru munandi broyttar.
Stk. 2. 3) Barnaverndarnevndin leggur málið av nýggjum fyri Føroya Kærustovn eftir mannagongdini í kapitli 8.
Stk. 3. 3) Føroya Kærustovnur kann tó nokta fyri, at málið verður viðgjørt av nýggjum, um málið teir seinastu 12 mánaðirnar hevur verið viðgjørt av Føroya Kærustovni.
§ 24 c. 1) Í sambandi við nýggja avgerð um umsorganaryvirtøku skal málið um samverurætt sambært § 22 eisini verða endurskoðað.
Stk. 2. Áðrenn nýggja avgerð viðvíkjandi umsorganaryvirtøku skulu fosturforeldrini verða hoyrd.
§ 24 d. 1) 3) Eitt barn, ið er umsorganaryvirtikið sambært § 19, kann ikki setast heim aftur uttan við avgerð frá Føroya Kærustovni.
Stk. 2. Í sambandi við eina avgerð um at barnið skal setast heim aftur, ásetur Høvuðsbarnaverndin eitt tíðarskeið at fyrireika heimsetanina sbrt. § 24 f.
Stk. 3. 3) Er barnið sett heiman við samtykki, og verður samtykkið afturtikið, skal barnaverndarnevndin leggja tilmælið fyri Føroya Kærustovn til støðutakan í seinasta lagi 14 dagar eftir, at samtykkið er afturtikið, um barnaverndarnevndin ikki kann taka avgerð eftir § 20.
§ 24 e. 1) Barnið kann ikki setast heim aftur, um mett verður, at tað eftir eini heildarmeting kann verða atvoldin til álvarsamar trupulleikar fyri barnið, um tað verður flutt.
§ 24 f. 1) 3) Føroya Kærustovnur skal áseta eitt tíðarskeið at fyrireika heimsetanina. Longdin á tíðarskeiðinum kann vara upp til 6 mánaðir. Í serligum førum kann Føroya Kærustovnur avgera, at einki tíðarskeið skal ásetast at fyrireika heimsetanina. Longdin á tíðarskeiðinum verður ásett við atliti at:
1) møguleikanum at tryggja eina varliga og tilrættarlagda heimsetan fyri barnið,
2) fyrireikan av møguligum fyriskipanum til barnið ella foreldrini, eftir at barnið er komið heim aftur,
3) møguleikanum hjá barnaverndartænastuni fyri at meta um, hvørt tað er grundarlag fyri at taka avgerð um umsorganaryvirtøku, tá foreldrini hava afturkallað samtykkið.
Stk. 2. Tíðarskeiðið, ið verður ásett at fyrireika heimsetanina, er framhald av tí fyriskipan, ið er í løtuni eftir § 19.
§ 24 g. 1) Ein fyriskipan skal halda uppat, tá endamálið er rokkið, hon ikki longur tænir endamálinum, ella tá barnið fyllir 18 ár, sbrt. tó § 15 b.
Kapittul 5
Fosturforeldraskipan
§ 25. Kommunurnar stovnseta eina fosturforeldraskipan fyri alt landið. Fosturforeldraskipanin er ein partur av virkseminum á Barnaverndarstovuni.
Stk. 2. Í serligum førum, tá ið talan er um sera trupul børn, ið ikki kunnu fáa nøktandi fosturheim í Føroyum, kann Barnaverndarstovan loyva, at børn verða sett í fosturheim uttanlands.
§ 26. Eitt fosturheim sambært hesi lóg er at skilja, tá ið eitt barn verður sett heiman í eitt annað heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri tí í styttri ella longri tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um umlætting, bráðfeingis fosturheim, og fosturheim, har børn verða sett fyribils ella varandi til fosturs.
Stk. 2. Eitt barn kann setast til fosturs, tá ið:
1) foreldrini samtykkja í, at barnið verður sett í fosturheim,
2) barnið ongan verja hevur,
3) barnið fyribils er undir barnaverndarnevndarinnar umsorgan uttan foreldranna samtykki.
§ 27. Fosturforeldraskipanin góðkennir fosturforeldur.
Stk. 2. Áðrenn fosturforeldur verða góðkend, skal tryggjast, at fosturforeldrini hava:
1) reina revsiváttan,
2) læknaváttan um heilsustøðu teirra,
3) góðar bústaðarumstøður,
4) fíggjarlig viðurskifti, sum eru í lagi, og
5) at tey hava neyðug umsorganarevni og foreldraførleika og møguligar royndir sum góðir uppalarar.
Stk. 3. Tá ið fosturforeldur eru góðkend, verður ein avtala gjørd ímillum Fosturforeldraskipanina og fosturforeldrini um, at tey m.a. skulu vera tøk at taka ímóti einum barni, tá ið tørvur er á tí.
Stk. 4. Fosturforeldur til tað einstaka barnið skulu veljast eftir tørvinum hjá barninum.
Stk. 5. 1) 4) Tá fosturforeldur skulu veljast, skulu fyrilit takast fyri næstrafólkum ella øðrum, ið hava tætt samband við barnið. Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 1 – 4 kunnu hesi veljast, um tey kunnu góðkennast sum ítøkiliga egnað í mun til tað ávísa barnið. Um mett verður, at næstrafólk ella onnur, ið hava tætt samband við barnið, eiga at veljast sum fosturforeldur, ger Barnaverndartænastan eitt ítøkiligt tilmæli til Fosturforeldraskipanina at taka avgerð út frá.
Stk. 6. 1) Fosturforeldur skulu luttaka á einum skeiði um at vera fosturforeldur. Tað áliggur Fosturforeldraskipanini at stuðla og fyrireika fosturforeldrini, áðrenn barnið verður latið teimum, og um tørvur er á tí geva teimum stuðul, undirvísing og vegleiðing, ímeðan barnið er til fosturs og í serligum førum eftir, at barnið er farið úr fosturheiminum.
Stk. 7. Fyribyrgjandi fyriskipanir sambært § 15 kunnu setast í verk fyri barnið og fosturforeldrini, ímeðan barnið er í fosturheiminum.
Avtala við fosturforeldur
§ 28. Tá ið eitt barn verður sett í fosturheim, skal skrivlig avtala gerast ímillum fosturforeldur og Fosturforeldraskipanina. Avtalan skal gerast í samráð við avvarðandi barnaverndarnevnd.
Stk. 2. Í avtaluni skulu m.a. hesi viðurskifti vera ásett:
1) hvør hevur umsorganina fyri barninum, og hvat hetta fevnir um, sbr. § 26, stk. 2.
2) hvussu leingi ætlanin er, at barnið verður í fosturheiminum.
3) samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur, sum standast av barninum.
4) samverurættur hjá foreldrunum og øðrum persónum.
5) stuðul, vegleiðing og undirvísing frá Fosturforeldraskipanini til fosturforeldur.
Stk. 3. Áðrenn ein avtala um at seta eitt barn varandi til fosturs verður gjørd, skulu fosturforeldrini hava umsorgan fyri barninum í eitt ár sum royndartíð og víst seg at vera skikkað til at uppala barnið.
Stk. 4. Fosturforeldraskipanin tilevnar standardavtalur at nýta til avtalur sambært stk. 1.
Samsýning til fosturforeldur
§ 29. Áðrenn eitt barn verður sett í fosturheim, ásetur Fosturforeldraskipanin samsýningina til fosturforeldrini sambært galdandi reglum.
Stk. 2. 1) Avvarðandi barnaverndartænasta rindar fosturforeldrunum samsýning sbrt. stk. 1, tá ið tey hava tikið eitt barn til fosturs.
Stk. 3. 1) Harumframt rindar avvarðandi barnaverndartænasta uppihaldsútreiðslur og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum.
Stk. 5. 5) Samsýningar og veitingar sambært hesi grein verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Órøkt
§ 30. Um barnaverndartænastan fær kunnleika til, at fosturforeldur ikki røkja sínar uppalingarskyldur, skal hon alt fyri eitt kunna Fosturforeldraskipanina um málið.
Stk. 2. Fær Fosturforeldraskipanin av sínum eintingum ella frá barnaverndartænastu kunnleika til, at fosturforeldur ikki røkja sínar uppalingarskyldur, skal skipanin alt fyri eitt taka stig til at taka barnið úr fosturheiminum og seta tað í nýtt fosturheim.
Stk. 3. Tá ið fosturforeldur ikki røkja sínar uppalingarskyldur, skal Fosturforeldraskipanin taka góðkenning teirra sum fosturforeldur aftur.
Endurskoðan av avtaluni
§ 31. Um eitt av fosturforeldrunum doyr ella flytur úr heiminum, um fosturforeldrini skifta bústað, ella umstøðurnar hjá teimum á annan hátt broytast munandi, skulu bæði ella annað av fosturforeldrunum so skjótt sum gjørligt kunna Fosturforeldraskipanina.
Stk. 2. Fosturforeldraskipanin kann endurskoða avtaluna við fosturforeldrini, um tað verður mett neyðugt.
Skrá yvir fosturheim
§ 32. Fosturforeldraskipanin ger og røkir eina skrá yvir fosturforeldur og yvir børn í fosturheimum.
Kapittul 6
Stovnar v.m.
§ 33. 7) Landsstýrismaðurin stovnsetur og rekur samdøgursstovnar og aðrar samdøgursfyriskipanir, við tilknýttum sertænastum, fyri børn, ið eru fevnd av hesi lóg.
Stk. 2. 7) Landsstýrismaðurin stovnsetur og rekur dagstovnar fyri børn, ið eru fevnd av hesi lóg og sum ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovni.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin stovnsetur og rekur samdøgursstovnar fyri familjur, ið eru fevndar av hesi lóg.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum at stovnseta og reka stovnar sambært stk. 1 - 3. Í hesum førum skulu serlig atlit takast til, at tilboðið verður nøktandi, og avtala skal gerast um treytir fyri stovnsetan, innihaldi í tilboðnum, rættindi hjá børnum og familjum á stovninum, eftirlit v.m. Barnaverndarnevndin á staðnum, har stovnurin skal liggja, skal hoyrast, áðrenn loyvi til stovnsetan verður givið.
Stk. 5. Fyri stovnsetan av stovni skal góðkenning fáast til vega frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um virksemi á stovnum, ið eru stovnsettir sambært hesi lóg.
§ 34. Landsstýrismaðurin kann seta í verk royndarskipanir viðvíkjandi stovnum til børn, ið eru fevnd av hesi lóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um royndarskipanir sambært stk. 1.
Inn- og útskriving
§ 35. 1) 3) Eitt barn verður innskrivað á samdøgursstovn við avgerð frá Føroya Kærustovni. Føroya Kærustovnur ansar eftir, at barnið verður sett á rættan samdøgursstovn.
Stk. 2. 1) 3) Um einki nøktandi pláss er á samdøgursstovni í Føroyum, kann Føroya Kærustovnur taka avgerð um, at barnið skal setast á stovn uttanlands.
Stk. 3. 1) 3) Barnið kann ikki útskrivast uttan við avgerð frá Føroya Kærustovni, sbrt. § 24, stk. 2 og § 24 d.
Afturhaldan á stovni grundað í egnum samtykki
§ 36. Eitt barn við álvarsomum atferðartrupulleikum kann verða sett á hóskandi viðgerðarstovn við samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og, um barnið hevur fylt 15 ár, við samtykki frá barninum.
Stk. 2. Leiðarin á samdøgursstovninum kann taka avgerð um, at barnið kann afturhaldast á stovninum í upp til tríggjar vikur, roknað frá innflytingini.
Stk. 3. Tá ið barnið verður innskrivað á stovn at fáa viðgerð ella upplæring í minst tríggjar mánaðir, kann leiðarin á samdøgursstovninum taka avgerð um, at barnið kann afturhaldast í upp til tríggjar vikur, eftir at samtykkið greitt og týðiliga er afturtikið.
Stk. 4. Um barnið rýmir, men verður tikið aftur til stovnin innan tríggjar vikur, kann afturhaldsfreistin roknast av nýggjum til at byrja frá tí løtu, ið barnið kom aftur á stovnin.
Stk. 5. Samtykkið skal vera skrivligt og vera stovnsleiðaranum í hendi, áðrenn barnið flytur inn á stovnin. Áðrenn samtykkið verður givið, skal tann, ið samtykkir, vera kunnaður um møguligar treytir við samtykkinum.
Setan og afturhald á stovni uttan egið samtykki
§ 37. 1) 3) Um tað verður mett neyðugt fyri at kunna gera av, um tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á barnsins heilsu ella menning, og tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, ella barnið ikki geva samtykki, kann Føroya Kærustovnur gera av at seta barnið til eygleiðingar og kanningar á stovni ella, við undirtøku frá lækna, á sjúkrahúsi. Ein slík kanning skal vera liðug innan 2 mánaðir eftir, at kanningin er sett í verk.
Stk. 2. 8) 3) Føroya Kærustovnur kann taka avgerð um, at eitt barn, sum hevur víst álvarsamar atferðartrupulleikar, við t.d. álvarsomum ella afturvendandi brotsverki ella við framhaldandi misnýtslu av rúsevnum, verður sett á stovn til eygleiðingar, kanningar og viðgerð í upp til 4 vikur, uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, ella frá barninum.”
Stk. 3. 8) 3) Um barnið hevur tørv á longri viðgerð, og samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, ella frá barninum, ikki er til skjals, kann Føroya Kærustovnur taka avgerð um, at barnið skal ávísast til ein viðgerðar- ella upplæringarstovn í upp til 12 mánaðir. Í serligum førum kann uppihaldið leingjast við 12 mánaðum.
Rættindi undir búsitan á stovni
§ 38. Stovnar skulu rekast soleiðis, at børnini sum høvuðsregla hava sjálvsavgerðarrætt í persónligum spurningum, og hava ta samveru við onnur, sum tey ynskja.
Stk. 2. Ásetingarnar í stykki 1 eru ikki galdandi í hesum førum:
1) um hetta sæð í mun til barnsins aldur og búning ikki verður mett at vera ráðiligt,
2) um hetta skaðar endamálið við stovnsuppihaldinum, ella
3) um hetta er í ósamsvari við stovnsins ábyrgd av tryggleika og trivnaði.
Stk. 3. Tá ið eitt barn er sett heiman sambært §§ 36 og 37, kann leiðarin á stovninum nokta barninum at sleppa út í tann mun, tað tænir endamálinum við, at barnið varð sett á stovn.
Stk. 4. Stovnurin kann rinda barninum eina ávísa upphædd til lummapening, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 39. 9) Eyðmýkjandi, háðandi ella onnur óvirðilig viðferð er ikki loyvd.
Stk. 2. 9) Undir stovnsuppihaldinum er ikki loyvt:
1) at revsa børn ella ung likamliga,
2) at festa børn ella ung við beltum, reimum o.ø.,
3) at læsa børn ella ung inni í einrúmi ella
4) at nýta likamligan tvingsil móti børnum ella ungum.
Stk. 3. 10) 9) Starvsfólk kann í bráðfeingisstøðum taka avgerð um likamligan tvingsil ella at læsa børn ella ung inni í einrúmi, um hetta er neyðsynt fyri at verja barnið, tann unga ella onnur á stovninum, og tá tað er neyðugt fyri at røkka endamálinum við uppihaldinum. Tvingsilin skal altíð lagast til umstøðurnar í einstaka málinum og skal ikki fara út um tað, ið er hægst neyðugt.
Stk. 4. 9) Eftirlit við interneti og telefon hjá børnum ella ungum á samdøgursstovni er ikki loyvt.
Stk. 5. 9) Leiðslan á stovninum kann leggja tilmæli um eftirlit og forðan av nýtsluni av interneti og telefon hjá børnum og ungum fyri tvingsilsnevndina sambært ásetingunum í § 17 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
Stk. 6. 9) Inntriv sambært stk. 3 skulu skrásetast og fráboðast sambært §§ 27 og 28 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
Eftirlit við stovnum
§ 40. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovnum sambært hesi lóg.
Stk. 2. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin eftirlit við virkseminum á stovninum og við, at øll krøv til trygd og heilsuviðurskifti verða fylgd.
Kapittul 7
Málsviðgerðarreglur
§ 41. Fyrisitingarlógin, løgtingslóg um innlit í fyrisitingina og løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum eru galdandi við teimum serligu ásetingunum, sum eru í hesi lóg.
Barnaverndarnevndarfundir
§ 42. Gerðabók verður førd yvir fundir hjá barnaverndarnevndum.
Stk. 2. Upplýsast skal:
1) hvør var til staðar á fundinum,
2) hvørji mál hava verið fyri,
3) um navn og aldur á teimum børnum, hvørs mál hava verið viðgjørd,
4) um skjøl, sum eru framløgd á fundinum og um frágreiðingar, sum eru givnar á fundinum, og
5) um tey ráð, sum eru givin á fundinum.
Stk. 3. Gerðabókin skal undirskrivast av teimum barnaverndarnevndarlimum, ið vóru til staðar á fundinum.
Stk. 4. Undan fundinum skal tann, ið setur fundin, minna fundarluttakararnar á tagnarskyldu teirra sambært § 51 og fylgjur av broti á tagnarskylduna sambært revsilógini.
Viðtøkuføri
§ 43. 3) Fyri at barnaverndarnevndin kann taka avgerð um at seta í verk fyriskipanir sambært hesi lóg, skal minst helvtin av limunum, formaðurin íroknaður, vera til staðar. Er meirilutin í nevndini ikki samdur við formannin um, hvørt eitt mál skal leggjast fyri Føroya Kærustovn, tekur formaðurin avgerð.
Stk. 2. Um barnaverndarnevndin ikki er saman, kann formaðurin ella, tá honum berst frá, næstformaðurin í barnaverndarnevndini seta í verk fyribils fyriskipanir, ið ikki kunnu útsetast, av tí at vandi er fyri barnsins vælferð. Slíkar avgerðir verða skjótast gjørligt lagdar fyri barnaverndarnevndina til góðkenningar
Rættindi hjá børnum
§ 44. Eitt barn skal kunnast og hoyrast, um tess menning og búning loyvir tí, og um tað verður mett at vera til frama fyri barnið.
Stk. 2. Hevur barnið fylt 12 ár, skal tað altíð verða hoyrt, áðrenn ein avgerð verður tikin.
Stk. 3. Dentur skal leggjast á barnsins ummæli.
Stk. 4. Hevur barnið fylt 15 ár, skal tað vera partur í málinum við teimum rættindum, sum har tilhoyra.
Kanning av málinum
§ 45. 1) Um rímilig orsøk er til at halda, at eitt barn hevur tørv á, at fyriskipan verður sett í verk sambært hesi lóg, skal barnaverndarumsitingin skjótast til ber kanna málið, sbr. § 49. Kanningin skal taka støði í eini heildarmeting og skal fevna um barnsins:
1) menning og atferð,
2) familjuviðurskifti,
3) Ansingarviðurskifti
4) skúlaviðurskifti,
5) heilsuviðurskifti,
6) frítíðarviðurskifti og vinskap, og
7) onnur viðkomandi viðurskifti.
Stk. 2. 1) Í kanningini skal barnaverndarumsitingin lýsa styrkir og trupulleikar hjá barninum, familjuni og netverkinum rundan um barnið. Hevur barnið fylt 16 ár, skal kanningin harumframt lýsa tey serligu viðurskifti, ið atlit skal takast til, í sambandi við val av fyriskipan til hendan aldursbólk, sbr. §§ 15, 15 b og 19.
Stk. 3. 1) Frágreiðing skal fáast til vega frá teimum myndugleikum og øðrum, ið verða mett at kunna geva týðandi frágreiðingar í málinum.
Stk. 4. 1) Myndugleikarnir og onnur sambært stk. 3 hava skyldu til at geva frágreiðing í málinum, sbr. § 74, stk. 1.
Stk. 5. 1) Kanningin skal fremjast soleiðis, at hon minst møguligt skaðar nakran avvarðandi, og skal ikki gerast meiri víðfevnd enn neyðugt.
Stk. 6. 1) Barnaverndarumsitingin skal ansa eftir, at ikki óneyðugur kunnugleiki til kanningina verður breiddur út.
Stk. 7. 1) Foreldrini ella tey, sum barnið býr hjá, kunnu ikki seta seg upp ímóti, at ein kanning sambært hesi lóg verður framd við vitjan í heiminum.
Stk. 8. 1) 2) Barnaverndarumsitingin skal tosa við barnið í tann mun, barnsins búning og umstøðurnar í málinum ikki tala ímóti hesum. Kann barnaverndarumsitingin ikki tosa við barnið, eigur barnaverndarumsitingin á annan hátt at fáa lýst sjónarmið barnsins. Í tann mun, atlitið til barnið talar fyri hesum, kann barnaverndarumsitingin tosa við barnið uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og uttan at hesi eru hjástødd. Barnið eigur í hesum førum at hava hjásitara.
Stk. 9. 1) Øll skjøl í málinum skulu skrásetast og varðveitast á einum tryggum staði.
Stk. 10. 1) Tá ið kanning er liðug, ger barnaverndarumsitingin eitt tilmæli, sum verður lagt fyri barnaverndarnevndina.
§ 45 a. 2) Tá barnaverndartænastan fær fráboðanir sbrt. § 14 um barn, ið er undir fyriskipan sambært hesi lóg, skal barnaverndarumsitingin meta um málið av nýggjum. Í sambandi við eftirmetingina av málinum skulu onnur, ið gera uppgávur fyri barnaverndartænastuna, men sum ikki hava verið partur av málsviðgerðini áður, í størst møguligan mun, vera við til at endurskoða málið.
Innheintan av upplýsingum
§ 46. Upplýsingar um málið skulu í størst møguligan mun innheintast í samstarvi við tann, ið málið snýr seg um, ella soleiðis at viðkomandi verður kunnaður um innheintanina.
Stk. 2. Starvsfólk innan tað almenna og onnur, sum í starvi sínum hava kunnleika til mál, ið verða viðgjørd sambært hesi lóg, hava skyldu at lata upplýsingar, sum viðvíkja málinum, til barnaverndarumsitingina, um barnaverndarumsitingin krevur tað.
Ætlan
§ 47. Áðrenn fyriskipanir verða settar í verk, skal barnaverndarumsitingin gera eina skrivliga ætlan fyri barnið, sum verður løgd fyri barnaverndarnevndina til støðutakan.
Stk. 2. 1) Ætlanin skal áseta endamálið við fyriskipanini, og hvør fyriskipan skal setast í verk fyri at náa endamálinum. Ætlanin skal taka støði í kanningini eftir § 45. Ætlanin skal, í mun til tey viðurskifti, sum eru lýst í kanningini, seta ítøkilig mál í mun til barnsins trivna og menning í samsvari við yvirskipaða endamálið við fyriskipanini. Harafturat skal í ætlanini verða ásett, hvussu leingi fyriskipanin væntast at vara.
Stk. 3. 1) Í málum, har barn verður sett heiman, skal ætlanin harumframt áseta, hvør fyriskipan skal setast í verk fyri familjuna, meðan barnið er sett heiman og í tíðini eftir, at barnið er komið heim aftur.
Stk. 4. 1) Er talan um barn, ið hevur fylt 16 ár, skal ætlanin áseta ítøkilig mál fyri barnsins skifti til eina vaksnamannatilveru.
Stk. 5. 1) Ein felags ætlan kann gerast fyri fleiri børn í familjuni. Ætlanin skal tó taka atlit til viðurskiftini hjá tí einstaka barninum.
Stk. 6. 1) Í málum, har atliti til barnið ger, at avgerð um at seta fyriskipan í verk ikki kann bíða eftir, at ein ætlan er gjørd, er nóg mikið við eini stuttari tilskilan av endamálinum við fyriskipanini. Ein ætlan, ið lýkur krøvini í stk. 2-5, skal tó gerast skjótast gjørligt og í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at avgerð um at seta fyriskipan í verk er tikin.
Samtykki
§ 48. Eitt samtykki sambært kapitli 4 skal vera skrivligt og fáast til vega frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og einum barni, ið hevur fylt 15 ár, áðrenn ein fyriskipan sambært kapitli 4 verður sett í verk.
Stk. 2. Áðrenn tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og eitt barn, ið hevur fylt 15 ár, geva samtykki, skal barnaverndartænastan kunna um málið og møguligar avleiðingar av einum samtykki.
Tíðarfreistir
§ 49. 2) Ein kanning eftir § 45 skal gerast sum skjótast og í seinasta lagi innan tríggjar mánaðir eftir, at ein fráboðan er innkomin, ella at barnaverndarnevnd av sínum eintingum hevur tikið eitt mál upp til kanningar, tó skal barnaverndartænastan beinanvegin og innan 24 tímar eftir eina fráboðan meta um, hvørt vandi er fyri barnsins heilsu og menning, og um bráðfeingis fyriskipan tí skal setast í verk.
Stk. 2. Í serstøkum førum kann tíðarfreistin viðvíkjandi eini kanning vera seks mánaðir.
Stk. 3. Avgerð í einum máli verður tikin í seinasta lagi tvær vikur eftir, at ein kanning sambært § 45 er gjørd.
Stk. 4. Avgerðin hjá barnaverndarnevndini skal setast í verk skjótast gjørligt, og helst innan seks vikur frá tí degi, avgerð er tikin.
Samstarv við løgregluna
§ 50. Barnaverndarnevndin kann, tá ið tað verður mett at verða neyðugt, biðja um hjálp frá løgregluni at fremja kanningar og avgerðir tiknar sambært hesi lóg.
Stk. 2. Sleppur løgreglan eini ákæru ímóti barninum við teirri grundgeving, at ein barnaverndarnevnd yvirtekur málið sambært hesi lóg, ella at útinning av dømdari revsing við somu grundgeving verður útsett, ella at revsingin verður eftirgivin, skal málið beinanvegin leggjast fyri barnaverndarnevndina.
Tagnarskylda
§ 51. 3) Øll, sum útinna tænastu ella arbeiði fyri eina fyrisiting ella stovn eftir hesi løgtingslóg, fyri Føroya Kærustovn ella eru limir í eini barnaverndarnevnd, hava tagnarskyldu sambært kapitli 8 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg um tagnarskyldu v.m.
Stk. 2. Tey, ið eru við til, ella á annan hátt eru vitandi um kanning sambært § 45, hava somuleiðis tagnarskyldu og skulu við størsta varsemi bera so í bandi, at óviðkomandi ikki fáa upplýsingar um kanningina ella upplýsingar, ið koma fram í sambandi við kanningina.
Stk. 3. Tað er tó ikki brot á tagnarskylduna, tá ið viðkomandi, sum hevur upplýsingar, hevur skyldu at geva teir víðari sambært hesi lóg, ella tá ið viðkomandi lógliga røkir greið almenn áhugamál ella lógliga virkar fyri at verja barnsins tørv.
Stk. 4. Tagnarskyldan stendur við, hóast viðkomandi fer úr starvi.
Kapittul 8
Málsviðgerðar reglur fyri mál, ið verða viðgjørd av Føroya Kærustovni 3)
§ 52. 3) Í málum sambært § 11 leggur barnaverndarnevndin málið fyri Føroya Kærustovn til avgerðar.
Stk. 2. 3) Áðrenn málið verður lagt fyri Føroya Kærustovn, fyrireikar barnaverndarumsitingin málið og leggur tilmæli fyri barnaverndarnevndina.
Í tilmælinum skal vera:
1) frágreiðing um málið,
2) upplýsingar frá kanningini sambært § 45,
3) innheintað skjøl sambært § 46,
4) ætlan fyri barnið sambært § 47,
5) um samtykki finst, innheintað samtykki sambært § 48,
6) aðrar upplýsingar um veruligu umstøðurnar í málinum,
7) tilmæli um, hvør fyriskipan skal setast í verk, og
8) grundgeving fyri, hví mett verður, at ein ávís fyriskipan er tann rætta í hesum førinum.
Stk. 3. 3) Barnaverndarnevndin tekur ikki avgerð í sjálvum málinum, men tekur avgerð um, at málið skal leggjast fyri Føroya Kærustovn til avgerðar.
Stk. 4. 3) Tá ið málið verður sent til Føroya Kærustovn, skal tilmæli sambært stk. 2, við øllum skjølum og upplýsingum, vera hjálagt, og upplýsast skal, hvørjir persónar skulu geva frágreiðing fyri Føroya Kærustovni.
Stk. 5. 3) Barnaverndarnevndin hevur rætt til at vera umboðað, tá ið eitt mál verður lagt fyri Føroya Kærustovn.
Stk. 6. 3) Føroya Kærustovnur ansar eftir, at málið er nóg væl upplýst.
(Strikað) 3)
§ 53. 3) (Strikað).
Partar í málinum
§ 54. 3) Partar í einum máli, ið verður lagt fyri Føroya Kærustovn, eru tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og børn, ið hava fylt 15 ár.
Stk. 2. Fosturforeldrini eru partur í málum, tá ið avgerð verður tikin sambært § 20, stk. 1.
Stk. 3. Foreldrini eru partar í málum sambært § 22, stk. 2-7, og tey, ið eru fevnd av § 22, stk. 7, eru partar í málum, ið viðvíkja samverurætti.
Samráðingarfundur
§ 55. 3) Fundur við partarnar, har greitt verður frá málinum við møguligum skjalatilfari og vitnisførslu, skal haldast so skjótt sum gjørligt, helst tvær vikur eftir, at Føroya Kærustovnur hevur móttikið málið.
Stk. 2. 1) 3) Tá eftirmeting skal gerast sambært § 20 og § 24, tó ikki § 24 d, stk. 3, og av bráðfeingisavgerð eftir § 17, skal fundurin haldast í seinasta lagi 1 mánað eftir, at Føroya Kærustovnur hevur móttikið málið.
Stk. 3. 1) 3) Føroya Kærustovnur kann avgera, at málið verður avgjørt uttan ein samráðingarfund, um partarnir eru samdir um tað.
Stk. 4. 1) Partarnir skulu kallast inn til fund, sum nevnt í stk. 1, og hava møguleika fyri at siga sína hugsan. Í málum, har fyriskipan um umsorganaryvirtøku skal eftirmetast eftir § 24, kunnu fosturforeldur kallast inn til fundin.
Stk. 5. 1) Málið kann fremjast, sjálvt um ein av pørtunum ikki møtir á fundinum.
Avgerð
§ 56. 3) Føroya Kærustovnur eigur at taka avgerð í málinum so skjótt, sum til ber, helst innan 4 vikur eftir, at samráðingarfundur sambært § 55 hevur verið.
Rætt til ókeypis umboðan
§ 57. Foreldur og børn, ið eru partar í málinum, hava rætt til ókeypis umboðan í málum, tá ið samtykki ikki er fingið til vega frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, ella einum barni, ið hevur fylt 15 ár. Hava hesi foreldur og børn ikki fingið umboðan, kann ein advokatur verða tilnevndur til at taka sær av málinum.
Stk. 2. Advokaturin skal beinanvegin kunnast um tilmæli við hjáløgdum skjølum frá barnaverndarnevndini, og fáa eina freist fyri skrivligari framløgu, umframt framløgu av skjølum og upplýsingum um, hvørji vitni ætlanin er at føra fram.
Stk. 3. 3) Um Føroya Kærustovnur metir, at tað gagnar málinum, kann Føroya Kærustovnur avgera, at foreldur og børn, ið eru partar í málinum, fáa ókeypis umboðan í málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku, har samtykki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan.
Stk. 4. 11) Viðvíkjandi samsýning og endurgjaldi fyri útreiðslur til advokat, eru somu reglur galdandi sum í førum, har frí rættarførsla er játtað, javnber kapittul 41 í retsplejeloven for Færøerne.
Stk. 5. 3) Føroya Kærustovnur kann tilnevna ein talsmann fyri barnið í málum, sum verða viðgjørd í Føroya Kærustovni.
Kapittul 9
Mál, ið viðvíkja fleiri barnaverndarøkjum
Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, flyta, eftir at fyriskipan er sett í verk
§ 58. Um tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, flyta til annað barnaverndarøki, hevur tann barnaverndarnevndin, har tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, búgva, ábyrgd av og heimild til at fylgja við í fyriskipanini, til endamálið er rokkið.
Stk. 2. Avtala kann tó gerast ímillum avvarðandi barnaverndarnevndir um, at tann barnaverndarnevndin, ið hevur sett eina fyriskipan í verk ella hevur ábyrgd av at fylgja eini fyriskipan upp, framvegis hevur ábyrgd og heimild sambært hesi lóg at fylgja fyriskipanini upp, til endmálið er rokkið.
Stk. 3. Tá ið tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, flyta til annað barnaverndarøki, skal tann barnaverndarnevndin, ið hevur sett eina fyriskipan í verk, beinanvegin kunna ta barnaverndarnevndina, ið flutt verður til, um málið og senda nevndini allar upplýsingar í málinum.
Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og barn búgva í ymiskum barnaverndarøkjum
§ 59. Um tey, ið hava foreldramyndugleikan, búgva í tveimum ymiskum barnaverndarøkjum, verður avgerð um fyriskipan tikin av tí barnaverndarnevnd, har tann, sum í veruleikanum fremur foreldramyndugleikan, býr.
§ 60. Um barnið ikki býr saman við tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, kann barnaverndarnevndin, har barnið býr, taka avgerð um fyribils fyriskipan.
Stk. 2. Um sambandið ímillum tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og barnið má metast at vera slitið, skal barnaverndarnevndin í tí barnaverndarøkinum, har barnið býr, taka avgerð um endaliga fyriskipan. Samstundis skal barnaverndarnevndin boða barnaverndarnevndini í tí barnaverndarøkinum, har tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, búgva, og tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, frá avgerðini og grundarlagnum undir avgerðini.
Stk. 3. Avtala kann tó gerast ímillum avvarðandi barnaverndarnevndir um, at barnaverndarnevndin, har tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, búgva, yvirtekur málið.
Stk. 4. Um barnaverndarnevndin ikki kann fáa upplýsingar um, hvar tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, búgva, verður avgerð um endaliga fyriskipan tikin av tí barnaverndarnevndini, har barnið býr.
Flutt verður, áðrenn fyriskipan er sett í verk 1)
§ 61. Um eingin fyriskipan er sett í verk, tá ið ein familja við børnum undir 18 ár flytur frá einum barnaverndarøki, og barnaverndarnevndin í tí økinum, har flutt verður frá, metir, at eitt ella fleiri av børnunum hava tørv á stuðli, skal barnaverndarnevndin í økinum, har familjan flytur til, verða kunnað um viðurskiftini.
Stk. 2. Um tað tænir málinum, skal barnaverndarnevndin senda tær upplýsingar, sum hon hevur um barnið, við, tá ið kunnað verður sambært hesi grein.
Flutt verður uttanlands
§ 62. Um ein familja við børnum undir 18 ár, ið býr í Føroyum, flytur uttanlands, skal barnaverndarnevndin kunna rætta myndugleika uttanlands um, hvør fyriskipan er sett í verk fyri barnið. Um eingin fyriskipan er sett í verk, men barnaverndarnevndin metir, at tørvur er á stuðli, skal barnaverndarnevndin kunna um viðurskiftini hjá familjuni.
Stk. 2. Um tað tænir málinum, skal barnaverndarnevndin senda tær upplýsingar, sum hon hevur um barnið við, tá ið kunnað verður sambært hesi grein.
Ósemja
§ 63. 1) Um ósemja er millum barnaverndarnevndir í Føroyum um, hvør barnaverndarnevnd skal taka avgerð í málinum, tekur Barnaverndarstovan avgerð um, hvør barnaverndarnevnd eigur málið.
Kapittul 9 a 4)
Privat samdøgursrøkt
§ 63 a. Ongin kann hava eitt barn undir 15 ár í samdøgursrøkt í privatari familjurøkt longur enn 3 samfeldar mánaðir uttan at hava fingið loyvi frá viðkomandi barnaverndartænastu í økinum, har røktarfamiljan býr.
Stk. 2. Neyðugt er ikki við loyvi sambært stk. 1 tá talan er um nær skyld ella aðrar næstringar, ið barnið hevur eitt tætt tilknýti til.
Stk. 3. Loyvi sambært stk. 1 verður bert givið, um ein kanning av røktarfamiljuni vísir, at uppihaldið er barninum at gagni. Tá loyvið verður givið, skal barnaverndartænastan gera foreldramyndugleikahavaran varugan við ásetingina í stk. 5.
Stk. 4. Tað er ábyrgdin hjá foreldramyndugleikahavara at tryggja sær, at røktarfamiljan hevur neyðuga loyvið.
Stk. 5. 3) Føroya Kærustovnur kann, eftir áheitan frá røktarfamiljuni ella barninum, taka avgerð um, at barnið ikki skal flyta heim aftur frá privatari familjurøkt sambært stk. 1 og 2, um mett verður, at hetta kann skaða barnið.
Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-5 eru ikki galdandi, tá bara annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleika yvir barninum, og barnið býr hjá hinum foreldrinum.
Kapittul 10
Kærumøguleiki
Føroya rættur 12)
§ 64. 12) 3) Avgerðir, tiknar av Føroya Kærustovni, og góðkenningar sbrt. § 17 og § 18 kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika og verða ikki freistaðar, um tær verða lagdar fyri Føroya rætt.
Stk. 2. 10) Avgerðir um uppalingarískoyti sambært §§ 70 og 71 eru ikki fevndar av stk. 1 og kunnu kærast sambært § 65.
Tvingsilsnevndin 9)
§ 64 a. 9) Avgerðir, tiknar sambært § 39, stk. 3, kunnu innan 4 vikur kærast til tvingsilsnevndina sambært § 30, stk. 2 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
§ 65. 9) 13) Tær avgerðir, ið §§ 64 og 64 a ikki fevna um, men sum eru tiknar av myndugleikum sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 13) Avgerðir, tiknar av myndugleikum sambært hesi løgtingslóg, verða ikki frestaðar, um tær verða lagdar fyri Føroya Kærustovn.
Kærurættur
§ 66. 1) 8) Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og børn, ið hava fylt 15 ár, hava rætt til at kæra avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, sí tó § 64.
Stk. 2. Fosturforeldrini hava rætt til at kæra avgerðir, tiknar sambært § 20, stk. 1, § 27, § 29, stk. 1 og 31, stk. 1.
Kapittul 11
Eftirlit
§ 67. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, um kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í hesi lóg og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini.
Stk. 2. Hevur ein kommuna við færri enn 1.500 íbúgvum ikki skipað seg í kommunalt samstarv sambært hesi lóg, tá ið lógin kemur í gildi, kann landsstýrismaðurin áleggja kommununi at fara í eitt kommunalt samstarv.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eftirlit.
Kapittul 12
Fígging
§ 68. Kommunurnar halda útreiðslurnar, ið standast av hesi lóg, tó undantikið útreiðslur, ið standast av § 69, stk. 1.
Stk. 2. Tær kommunur, ið samstarva um at seta felags barnaverndarnevnd sambært § 4 og felags barnaverndarumsiting sambært § 5, verða eisini at býta tær útreiðslur, ið standast av hesi lóg, sínámillum. Hesar kommunurnar býta útreiðslurnar, svarandi til fólkatalið í kommunala samstarvinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við kommunurnar, áseta nærri reglur um kommunalt samstarv um fígging av barnaverndarøkinum.
§ 69. 4) 3) Landið heldur útreiðslurnar fyri stovnsetan og rakstur av samdøgursstovnum, herundir familjuviðgerð á samdøgursstovnum, fyri stovnsetan og rakstur av dagstovnum hjá landinum, sambært § 33, stk. 2, fyri stovnspláss uttanlands, sambært § 35, stk. 2 og harumframt fyri útreiðslur í sambandi við ókeypis umboðan, sambært § 57.
Stk. 2. 4) Barnaverndarøkini rinda brúkaragjald fyri at seta barn á stovn sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um brúkaragjaldið.
§ 70. 1) Er tað eftir lógini um rættarstøðu barnanna álagt einum persóni at rinda barnagjald v.m. til eitt barn, ið verður sett heiman, gongur tað almenna í rættin til barnagjaldið frá gjaldskylduga, frá fyrsta uppihaldsdegi, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi við veruligu útreiðslurnar hjá tí almenna av uppihaldinum.
Stk. 2. 1) Tað almenna gongur harafturat í rættin til at krevja barnagjald v.m. ásett ella at krevja barnagjaldið hækkað.
Stk. 3. 1) Í sambandi við áseting ella hækking av barnagjaldi sambært stk. 2, kann tað almenna seta eina avtalu um barnagjald til viks, um so er, at avtalan má metast at vera gjørd við tí endamáli at forða tí almenna at fremja heimildina í hesi grein.
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 70 a. 10) Tá barn verður innskrivað á dagstovn hjá landinum, kann avvarðandi barnaverndarøki avgera, at foreldrini skulu rinda eitt foreldragjald, ið svarar til foreldragjaldið fyri dagstovnapláss í avvarðandi kommunu.
Stk. 2. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda foreldragjaldið, svarandi til fíggjarligt frípláss sambært kunngerð um fíggjarligt frípláss.
Stk. 3. Foreldragjald sbrt. stk. 1 kann ikki áleggjast, um barn verður innskrivað:
1) til umlætting ella
2) sbrt. § 15, nr. 4.
§ 71. 1) 3) Føroya Kærustovnur kann avgera, at eitt barn, sum hevur fylt 18 ár, skal gjalda eitt uppalingarískoyti, ímeðan tað er sett heiman.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann bert krevjast, um barnið hevur vunnið sær peningin við egnum virksemi, og tað verður mett at vera rímiligt at krevja uppalingarískoyti. Tað er tó ikki møguligt at krevja, at uppalingarískoytið verður goldið av fíggjarogn ella fíggjarognaravkasti barnsins.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um uppalingarískoyti hjá børnum, herundir um umsiting og møguliga innkrevjing av uppalingarískoytinum.
Stk. 4. 10) Uppalingarískoyti kann innheintast eftir reglunum í § 70, stk. 5.
Kapittul 13
Revsing
§ 72. Tann, sum fer soleiðis við egnum barni, fosturbarni ella barni, sum honum er latið upp í hendur sambært hesi lóg, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður eftir § 213 í revsilógini.
§ 73. 14) Tann, sum verður varugur við, men ikki boðar barnaverndartænastu frá, at foreldur ella annar uppalari misrøkir, meinslar, misnýtir ella aðramáta fer so við barni, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður við bót ella fongsli í upp til tríggjar mánaðir.
§ 74. 14) 3) Tann, sum forðar fyri, at fyriskipan ella kanning eftir hesi lóg verður sett í verk ella útint, ikki gevur upplýsingar ella gevur viðkomandi barnaverndartænastu, Føroya Kærustovni ella almennum myndugleika rangar ella villeiðandi upplýsingar um viðurskifti, sum lógin umrøðir, verður revsaður við bót og, um talan er um grovt brot, við fongsli í upp til tríggjar mánaðir.
Stk. 2. 3) Á sama hátt verður tann revsaður, sum brýtur forboð frá Føroya Kærustovni um at vitja barn, sum Føroya Kærustovnur hevur sett heiman.
§ 75. 14) Tann, sum eggjar ella hjálpir einum barni, sum er sett heiman sambært hesi lóg, at rýma ella krógvar tað rýmda barnið, verður revsaður við fongsli í upp til tvey ár ella undir linnandi umstøðum við bót.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum eggjar einum barni til at fremja brotsverk ella til at misnýta rúsevni.
§ 76. Tann, sum í stríð við hesa lóg setur barn ella tekur ímóti barni til fosturs ella tekur eitt barn úr fosturheimi, verður revsaður við bót.
Kapittul 14
Gildiskoma v.m.
§ 77. Hendan lóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. ”Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg”, sum seinast broytt við ll. nr. 18 frá 12.03.02.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1, kemur § 4, stk. 1 til og við stk. 6 og stk. 8, og § 80, stk. 1, og 2, í hesi lóg í gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd. Kommunurnar halda útreiðslurnar av hesi grein, frá tí at hon kemur í gildi. Samstundis fer úr gildi § 1, stk. 1, fyrsta punktum og § 1, stk. 2 í lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. "Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2 marts 1988 om børneforsorg", sum seinast broytt við ll.nr. 18 frá 12.03.02.
Stk. 4. 7) Hóast ásetingina í stk. 1 kemur § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 í gildi 1. november 2005. Landið ber útreiðslurnar av § 33, stk. 2 frá 1. november 2005.
§ 78. Kunngerðir og aðrar reglur, sum eru settar í gildi sambært ”Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg”, sum seinast broytt við ll. nr. 18 frá 12.03.02, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.
§ 79. Landsstýrismaðurin kann, eftir avtalu við onnur lond, áseta nærri reglur um visitasjón, gjald og endurgjald umframt reglur um vitjanir v.m., tá ið føroysku sosialu myndugleikarnir senda børn ella ung til onnur lond fyri at fáa tilboð sambært hesi lóg. Samsvarandi kunnu reglur ásetast eftir avtalu, tá ið sosialu myndugleikarnir í øðrum londum senda børn ella ung til Føroyar.
§ 80. Tá ið barnaverndarnevndir eru settar sambært reglunum í hesi lóg, verða tær barnaverndarnevndir, ið eru settar sambært ”Lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg”, sum seinast broytt við ll. nr. 18 frá 12.03.02, tiknar av.
Stk. 2. Tær virkandi barnaverndarnevndirnar skulu, í sambandi við avtøku av nevndunum, handa barnaverndarnevndini allar upplýsingar og alt tilfar, ið tær hava í barnaforsorgarmálum. Harumframt skulu tær virkandi barnaverndarnevndirnar kunna barnaverndarnevndina um virkin mál, áðrenn tær fara frá.
§ 81. Tær fyriskipanir, ið eru settar í verk sambært ”Lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg”, sum seinast broytt við ll. nr. 18 frá 12.03.02, verða verandi í gildi.
Stk. 2. Hesar fyriskipanirnar verða frameftir viðgjørdar í samsvari við hesa lóg.
Stk. 3. Fyriskipanir við at seta børn til fosturs verða umskipaðar soleiðis, at tær lúka krøvini sambært hesi lóg.
§ 82. Tórshavnar- og Klaksvíkar kommunur umsita stuðulsfólkaskipanirnar fyri brekað børn undir skúlaaldur og játta stuðlar til hesi, til landsstýrismaðurin hevur sett eina slíka skipan á stovn.
Stk. 2. Tórshavnar kommuna umsitur fosturforeldraskipanina fyri Tórshavnar kommunu, til kommunurnar hava sett eina fosturforeldraskipan á stovn.
Stk. 3. Landið ber útreiðslurnar til Stuðulsfólkaskipan til brekað børn, frá tí at henda lóg kemur í gildi. Útreiðslurnar til Fosturforeldraskipan verða bornar sambært reglunum í hesi lóg, frá tí at henda lóg kemur í gildi.
§ 83. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um aðrar skiftisreglur.
§ 84. Landsstýrismaðurin skal eftir 5 árum leggja fram fyri tingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, her undir um broytingar mugu gerast í skipanini.
Tórshavn, 8 mars 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 10/2004
1) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 8. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012. Stk. 2. § 1, nr. 3 og nr. 5 hava virknað frá 1. januar 2014. Stk. 3. Hóast barnaverndarnevnd verður vald sambært § 4, stk. 3, skal nýggj barnaverndarnevnd veljast frá 1. januar 2014 fyri restina av valskeiðnum, ið kommunustýrið situr. Stk. 4. § 1, nr. 4. viðvíkjandi § 4, stk. 2, 2. pkt. hevur virknað frá næstu ferð, barnaverndarnevnd verður vald sambært § 4, stk. 3 í lógini. Stk. 5. § 1, nr. 6 viðvíkjandi § 5, stk. 1, 1. pkt. hevur virknað fyri starvsfólk, ið verða sett eftir, at lógin er komin í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, har § 8 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. §§ 1 og 2 í hesi løgtingslóg koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 3 og 4 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. juli 2023. Stk. 3. §§ 5-7 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. januar 2024.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 2017.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 26. mars 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 14. desember 2020.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2005.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 24. oktober 2012.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 25. mai 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2007 og hevur virknað fyri avgerðir, tiknar frá og við hesum degi.”
11) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 8. mai 2007.
13) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”
14) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.