12. mars 2002Nr. 18
Løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lógarkunngerð nr. 104 frá 02.03.1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 02.03.2001, verður gjørd hendan broyting:
1) Í § 18 verður stk. 4 sett:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 12. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður