Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. februar 2021Nr. 18
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, løgtingslóg nr. 155 frá 12. desember 2018, løgtingslóg nr. 36 frá 9. apríl 2019, løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2020, løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 100 frá 25. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður “persónvognar” broytt til: “persónbilar”.
2. Í § 3 verða sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Persónbilar við hybrid tøkni (HEV) ella plugin-hybrid tøkni (PHEV), og sum verða skrásettir frá 1. januar 2021, skulu rinda 30% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.
Stk. 3. Persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum verða skrásettir frá 1. januar 2023 skulu rinda 30% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.”
3. Í § 7, stk. 1, nr. 1, 3. pkt. verður “30 mánaðir” broytt til: “20 mánaðir” og “30 mánaðunum” broytt til: “20 mánaðunum”.
4. § 7, stk. 1, nr. 8 verður orðað soleiðis:
“8) Motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum eru skrásett í seinasta lagi 31. desember 2022.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 24. februar 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2020