20. november 2025Nr. 180
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Almannalógin)
(Hækking av hægst møguliga endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur (Almannalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, § 11 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022, § 6 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023 og løgtingslóg nr. 45 frá 27. mars 2025, verður í § 25, stk. 7, 1. pkt. “25.000 kr.” broytt til: “31.000 kr.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 20. november 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 21/2025