21. desember 2018Nr. 180
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
(Tillagan av tøkugjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 4, nr. 1 verður “kr. 27 fyri kilo” broytt til: “kr. 36 fyri kilo”, og “4,5%” verður broytt til: “5%”.
2. Í § 2, stk. 4, nr. 2 verður “kr. 23 fyri kilo” broytt til: “kr. 32 fyri kilo”, og “kr. 27 fyri kilo” broytt til: “kr. 36 fyri kilo”.
3. Í § 2, stk. 4, nr. 3 verður “kr. 23 fyri kilo” broytt til: “kr. 32 fyri kilo”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 42/2018