21. desember 2018Nr. 181
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. apríl 2025
(Skattafrítt upp til 100.000 kr. at langtíðar útleiga til bústað)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 13. desember 2017, verður tvær staðni í § 8 a, stk. 1 “50.000” broytt til: “100.000”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2018
1) Broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 16. desember 2021.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. apríl 2025.