Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 182
Løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin fær heimild til at selja partapeningin í P/F Postverki Føroya.
§ 2. Landsstýrismaðurin setir sum treyt í sambandi við søluna, at P/F Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum.
§ 3. Ognarrætturin til allar postsøguligar lutir og ognir, undir hesum søgulig frímerki o.a., hjá P/F Postverki Føroya verður verandi hjá landinum. Ognirnar verða skrásettar saman við Søvnum Landsins.
Stk. 2. Ognarrætturin til øll listaverk hjá P/F Postverki Føroya verður verandi hjá landinum. Ognirnar verða skrásettar saman við Listasavni Føroya.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 90 frá 20. desember 2004 um at stovna partafelag til at reka postvirksemi.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2018