Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2009Nr. 182
Løgtingslóg um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Skattaavtala millum Føroyar og Aruba
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Niðurlondum við atliti at Aruba um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Bermuda
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 3
Skattaavtalur millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar
§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 15 í avtaluni.
§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 9. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 9 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 4
Skattaavtalur millum Føroyar og Cayman Islands
§ 10. Ásetingarnar í avtalu frá 1. apríl 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 10 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 11. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 11 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 12. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip og fløgfør í vinnu í altjóða ferðslu fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 12 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 13. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 13 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 5
Skattaavtala millum Føroyar og Niðurlendsku Antillurnar
§ 14. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Niðurlondum við atliti at Niðurlendsku Antillurnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 14 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.
Kapittul 6
Ígildissetan
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn, 22. desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
1) Sjálv avtalan er ikki løgd út her, men er at finna í Kunngerðablaðið D, hefti 4 frá 30. desember 2009.