Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 183
Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 12. desember 2020
(Matstovulógin)
Virkisøki og allýsingar
§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi og fyri ølsølur, sbr. stk. 3.
Stk. 2. Fyri áhugafeløg og onnur feløg er løgtingslógin galdandi í tann mun, felagið ber brá av at vera vinnurekandi, ella har felagið móti gjaldi borðreiðir við mati og rúsdrekka fyri almenninginum.
Stk. 3. Í hesi løgtingslóg merkir:
1) Gistingarhúsvirksemi: Móttøka av gistandi við møguleika fyri borðreiðing.
2) Matstovuvirksemi: Borðreiðing av mati og drykkjuvørum.
3) Kafévirksemi: Borðreiðing av einføldum mati og drykkjuvørum.
4) Diskoteksvirksemi: Høli, sum annaðhvørt hevur eitt fast dansigólv ella har skipað verður fyri dansi.
5) Vertshúsvirksemi: Høli, har tað bara, ella mestsum bara, verður skonkt rúsdrekka.
6) Mentanarligt virksemi: Søvn, biografar, sjónleikarhús o.tíl.
7) Matarsøla frá føstum sølustaði: Tilgjørdur matur, sum verður seldur frá føstum sølustaði.
8) Hissiniskeinking: Skeinking til einstøk, ikki afturvendandi, tiltøk, sum eru á støðum, ið ikki hava skeinkiloyvi.
9) Rúsdrekka: Allur løgur, sum í sær hevur í minsta lagi 2,8 rúmprosent av alkoholi. Heilivágur, uttan mun til alkoholinnihald, sum bara apotekið kann selja eftir apotekaralóggávuni, er ikki fevndur av hesi løgtingslóg.
10) Borðreiðing: At selja mat og drykkjuvørur, ið skulu nýtast á sølustaðnum ella við sølustaðið.
11) Ølsøla: Bryggjarí, sum á egnum sølustøðum selja egna framleiðslu við í mesta lagi 5,8 rúmprosentum av alkoholi.
Almennar treytir fyri matstovur, skeinkingarstøð og gistingarhús
§ 2. Høli, sum skulu brúkast til matstovu ella matstovu og skeinkingarstað, sbr. § 1, stk. 3, nr. 1-3, og høli, sum skulu brúkast til matarsølu, sbr. § 1, stk. 3, nr. 7, skulu løggildast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir løgtingslóg um matvørur v.m. og reglum, givnar við heimild í løgtingslóg um matvørur v.m. Høli, sum skulu brúkast til skeinkingarstað ella har skonkt verður, sbr. § 1, stk. 3, nr. 4-6, skulu skrásetast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir løgtingslóg um matvørur v.m. og reglum, givnar við heimild í løgtingslóg um matvørur v.m.
Stk. 2. Høli, sum verða brúkt til virksemi, nevnt í § 1, stk. 3, nr. 1-7, skulu harumframt góðkennast av brunamyndugleikunum eftir løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) og reglum, givnar við heimild í byggilógini, og av kommunalu myndugleikunum eftir reglunum í kunngerð um umhvørvisreglur.
Stk. 3. Loyvisnevndin, sbr. § 8, samskipar umsóknir um og útskrivar endaligt loyvi til virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 1-6. Kommunan útskrivar endaligt loyvi til virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 7.
Stk. 4. Áðrenn Loyvisnevndin letur endaligt matstovuloyvi ella skeinkiloyvi, skal ummæli fáast frá politinum og avvarðandi kommunu.
Stk. 5. Loyvi eftir stk. 3 hava gildi í 4 ár frá dagfestingini á loyvinum at rokna, sbr. tó § 9, stk. 1, 2. pkt. Søkjast skal um endurnýggjan í seinasta lagi 3 mánaðir fyri, at loyvið fer úr gildi.
Stk. 6. Loyvi eftir stk. 3 skulu altíð endurnýggjast eftir reglunum í stk. 1-4, tá munandi umbyggingar eru gjørdar, tá hølini hava verið brúkt til annað endamál enn tað, sum loyvið varð givið til, og tá virksemið verður yvirtikið og rikið av øðrum enn upprunaliga loyvishavaranum.
Stk. 7. Umsøkjarin hevur ábyrgd av at søkja um góðkenningar og loyvi, sum møguliga eru kravd eftir aðrari lóggávu.
Stk. 8. Loyvt er ikki at fara undir virksemi, fevnt av hesi løgtingslóg, fyrr enn øll viðkomandi loyvi eru fingin.
Almennar treytir fyri skeinkistøð og útskeinking av rúsdrekka
§ 3. Tað er bert loyvt at skeinkja rúsdrekka á støðum við skeinkiloyvi. Virksemið á staðnum skal vera fevnt av í minsta lagi einari áseting í § 1, stk. 3, nr. 1-6.
Stk. 2. Privat tiltøk, har almenningurin ikki hevur atgongd, kunnu haldast á støðum, nevnd í stk. 1. Upplatingartíðir og afturlatingartíðir, ásettar í § 17, eru galdandi á sama hátt fyri hesi tiltøk. Er tiltakið ætlað ungum undir 18 ára aldur, er ikki loyvt at selja ella bjóða rúsdrekka, sbr. § 4, stk. 1.
§ 4. Tað er bannað at selja ella lata rúsdrekka til persónar, yngri enn 18 ár, ella at selja ella lata rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at tað er ætlað persónum, yngri enn 18 ár.
Stk. 2. Somuleiðis er bannað at selja ella lata persónum rúsdrekka, um hildið verður, at tey, við at drekka meira, kunnu vera sær sjálvum ella øðrum til vanda ella øðrum til ampa.
Stk. 3. Tann, sum selur, letur, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at tryggja sær, um neyðugt við at síggja samleikaprógv, at móttakarin lýkur aldurstreytina í stk. 1.
Stk. 4. Á støðum við skeinkiloyvi hevur loyvishavarin skyldu til at gera vart við, at tað er bannað at skeinkja rúsdrekka fyri persónum, sum ikki hava fylt 18 ár. Hetta skal gerast við uppslagi á sjónligum staði.
Stk. 5. Á støðum við skeinkiloyvi hevur loyvishavarin skyldu til at gera vart við, at tað ikki er loyvt gestunum at drekka rúsdrekka, sum teir hava havt við sær. Hetta skal gerast við uppslagi á sjónligum staði.
Stk. 6. Á støðum við skeinkiloyvi hevur loyvishavarin skyldu til tryggja, at tað eisini ber til at fáa aðrar drekkivørur enn rúsdrekka. Á príslista, vínkorti ella øðrum sjónligum uppslagi skal lættliga síggjast, at tílíkar drekkivørur eru at fáa.
§ 5. Á støðum við skeinkiloyvi mugu fólk undir 18 ár ikki setast at skeinkja rúsdrekka. Undantiknir frá hesum eru kokkalærlingar og tænaralærlingar við góðkendum lærusáttmála, og persónar, ið hava staðið útbúgvingina.
Hissiniloyvi
§ 6. Til støk tiltøk, har almenningurin hevur atgongd, t.d. samkomur, ráðstevnur, konsertir, festivalar og stevnur, kann Loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 3 loyva, at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir §§ 11 ella 12 stendur fyri skeinkingini. Hissiniloyvi er ikki treytað av, at tað samstundis verður borðreitt við mati.
Stk. 2. Um skeinkingin er avmarkað til øl ella cider við í mesta lagi 5,8 rúmprosentum av alkoholi og til borðvín við í mesta lagi 15 rúmprosentum av alkoholi, kann Loyvisnevndin loyva persóni, sum ikki hevur skeinkiloyvi, men sum hevur fylt 25 ár, og sum ikki er revsaður fyri brot á revsilógina, at standa fyri skeinkingini.
Stk. 3. Loyvisnevndin kunnar politiið um tiltøk eftir stk. 1-2.
Stk. 4. Tann, sum stendur fyri skeinkingini, skal í øllum lutum halda tær reglur, sum eru galdandi fyri skeinkingarvirksemi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hissiniloyvi, undir hesum eisini reglur um gjald fyri hissiniloyvi eftir stk. 1-2.
Ølsøla
§ 7. Loyvisnevndin kann heimila føroysku bryggjaríunum og bryggjaríum, sum eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, á egnum sølustaði at selja ella lata egna framleiðslu sína av øli, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann taka loyvið eftir stk. 1 aftur eftir ásetingunum í § 16, um bryggjaríið hevur brotið treytirnar fyri loyvinum. Afturtøkan kann verða avmarkað til ávís sølustøð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri treytir fyri loyvi til ølsølu.
Loyvisnevndin
§ 8. Loyvisnevndin hevur 5 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Í Loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, sum er formaður, eitt umboð fyri politiið, eitt umboð fyri Fólkaheilsuráðið, ein grannskoðari og ein persónur við hollum kunnleika til annaðhvørt matstovuvinnu ella gistingarhúsvinnu, ið kortini ikki sjálvur skal vera vinnurekandi í hesi vinnugrein. Fyri hvønn av limunum verður tilnevndur ein tiltakslimur. Nevndarskeiðið er 4 ár hvørja ferð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemi Loyvisnevndarinnar.
§ 9. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita matstovuloyvi til virksemi, nevnt í § 1, stk. 3, nr. 1-3. Kommunan veitir matarsøluloyvi til virksemi, nevnt í § 1, stk. 3, nr. 7. Matstovuloyvi og matarsøluloyvi eru galdandi í 4 ár, men Loyvisnevndin ávikavist kommunan kann eftir umstøðunum avmarka og treyta loyvi.
Stk. 2. Matstovuloyvi og matarsøluloyvi eru treytað av, at neyðug loyvi eftir § 2 eru fingin til vega.
Stk. 3. Søkjast skal um endurnýggjan av matstovuloyvinum ella matarsøluloyvinum í seinasta lagi 3 mánaðir fyri, at loyvið fer úr gildi. Virksemið kann halda fram sum vant, meðan umsókn um endurnýggjan verður viðgjørd.
§ 10. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita skeinkiloyvi. Eitt skeinkiloyvi er galdandi í 4 ár, men Loyvisnevndin kann eftir umstøðunum avmarka og treyta skeinkiloyvi.
Stk. 2. Skeinkiloyvi er treytað av, at neyðug loyvi eftir § 2 eru fingin til vega.
Stk. 3. Søkjast skal um endurnýggjan av skeinkiloyvinum í seinasta lagi 3 mánaðir fyri, at loyvið fer úr gildi. Virksemið kann halda fram sum vant, meðan umsókn um endurnýggjan verður viðgjørd.
Skeinkiloyvi til persónar
§ 11. Skeinkiloyvi kann veitast persóni, sum
1) hevur fylt 25 ár ella hevur staðið útbúgving sum kokkur ella tænari,
2) er myndugur og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella undir samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven,
3) ikki er undir fíggjartroti,
4) hevur bústað í Føroyum ella innan fyri umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans, og
5) ikki hevur víst tílíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at reka virksemið á fullgóðan hátt.
Stk. 2. Er virksemið skipað sum íognarfelag, t.e. samognarfelag, ella kommandittfelag, skulu allir ábyrgdarar lúka treytirnar í stk. 1, nr. 1-5.
Skeinkiloyvi til feløg
§ 12. Skeinkiloyvi kann veitast feløgum o.tíl., um stjórnin og helvtin av nevndarlimunum lúka treytirnar í § 11, stk. 1. Loyvisnevndin skal hava boð um broytingar í stjórn ella nevnd.
Stk. 2. Ein fyritøka, sum hevur skeinkiloyvi, skal rekast av loyvishavaranum sjálvum ella av einum leiðara. Er loyvishavarin eitt felag eftir stk. 1, skal fyritøkan rekast av einum leiðara. Leiðarin skal lúka treytirnar í § 11, stk. 1 og skal vera góðkendur av Loyvisnevndini.
Stk. 3. Loyvisnevndin kann góðkenna ein fyribilsleiðara í eitt avmarkað tíðarskeið. Leiðarin og fyribilsleiðarin hava somu revsirættarligu ábyrgd fyri rakstrinum sum loyvishavarin.
Stk. 4. Skip í heimasigling, bussar, sum koyra við ferðafólkum, tó ikki rutukoyring, og annað virksemi, sum kann sammetast við hetta, kann fáa skeinkiloyvi eftir stk. 1-3.
Duravørðar
§ 13. Duravørðar í fyritøkum, sum hava skeinkiloyvi, skulu hava loyvi frá Loyvisnevndini.
Stk. 2. Loyvi at virka sum duravørður kann veitast persóni, sum
1) hevur fylt 18 ár og er myndugur,
2) ikki er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær vanda fyri, at starvið verður misnýtt, og
3) ikki hevur víst tílíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at røkja starvið á fullgóðan hátt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um duravørðar, undir hesum reglum um førleikakrøv o.a.
Viðgerð Loyvisnevndarinnar
§ 14. Loyvisnevndin skal í viðgerð síni hava fyrilit fyri samfelagsligum, fráhaldsligum, skilhaldsligum og øðrum viðkomandi viðurskiftum. Dentur skal serliga leggjast á hesi viðurskifti:
1) Um umsøkjarin sjálvur, stjórnarlimir og nevndarlimir ella onnur, ið kunnu hava avgerandi ávirkan á raksturin, hava sýnt tílíkan atburð, at orsøk er at halda, at virksemið ikki fer at verða rikið á fullgóðan hátt.
2) Handilsligu og fíggjarligu førleikar umsøkjarans, fíggjarætlan, rakstrarætlan og gjaldførisætlan, undir hesum eisini um metast má, at umsøkjarin er førur fyri at reka virksemi á fullgóðan hátt og í samsvari við tær reglur, sum eru galdandi fyri hetta virksemi.
3) Stødd á og slag av virksemi, sbr. § 1, stk. 3, og hvar virksemið er staðsett.
4) Ítøkilig fráhaldslig og onnur at hesum knýtt sosial og skilhaldslig sjónarmið.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann frá politinum fáa til vega upplýsingar um viðurskifti, nevnd í § 11, stk. 1, nr. 5, § 13, stk. 2, nr. 2-3, og § 14, stk. 1, nr. 1-2.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útskeinking av rúsdrekka, undir hesum eisini reglur um gjald fyri matstovuloyvi og skeinkiloyvi.
Burturfall av skeinkiloyvi
§ 15. Skeinkiloyvi fellur burtur, tá
1) loyvishavarin doyr, sbr. tó stk. 3,
2) skeinkiloyvið er útgingið, uttan at skeinkiloyvið er endurnýggjað,
3) loyvishavarin ikki longur brúkar skeinkiloyvið, og tá
4) loyvishavarin ikki longur lýkur treytirnar í § 11, stk. 1 og § 12, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Loyvishavari skal kunna Loyvisnevndina, um skeinkiloyvið ikki verður brúkt. Loyvishavari skal kunna Loyvisnevndina, um hann ikki longur lýkur treytirnar í § 11, stk. 1 og § 12, stk. 1 og 2.
Stk. 3. Doyr loyvishavarin, hevur eftirsitandi hjúnafelagi ella sambúgvi rætt til at taka yvir skeinkiloyvið, um samlívið hevur vart til deyða loyvishavarans, og um viðkomandi annars lýkur treytirnar í § 11, stk. 1.
Stk. 4. Loyvisnevndin kann loyva eftirsitandi hjúnafelaga ella sambúgva at taka yvir skeinkiloyvið hjá loyvishavara eftir stk. 3, hóast viðkomandi ikki hevur fylt 25 ár.
Stk. 5. Loyvisnevndin kann játta einum deyðsbúgvi, einum hjúnafelaga í óskiftum búgvi ella einum sambúgva, einum trotabúgvi ella einum verja hjá einum, ið komin er undir verjumál eftir § 5 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, at halda fram við fyritøkuni hjá tí deyða, hjá trotabúnum ella hjá honum, ið komin er undir verjumál eftir § 5 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, um virksemið verður at halda uppat, verður latið av hondum o.tíl. Loyvið kann bara verða givið í upp í 1 ár eftir, at loyvishavarin er deyður, at trotaúrskurðurin er gjørdur, ella eftir at viðkomandi kom undir verjumál eftir § 5 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven. Í heilt serligum føri ber til at víkja frá hesi freist.
Stk. 6. Góðkenning av leiðara fellur burtur, um viðkomandi ikki longur lýkur treytirnar í § 11, stk. 1, nr. 1-5.
Afturtøka av matstovuloyvi og skeinkiloyvi
§ 16. Hava loyvishavarin ella leiðarin brotið reglurnar í hesi løgtingslóg, reglur ásettar við heimild í hesi løgtingslóg ella treytirnar í loyvinum, kann Loyvisnevndin taka loyvið aftur. Loyvið kann eisini verða tikið aftur, um virksemið verður rikið á slíkan hátt, at tað elvir til drykkjuskap ella revsiverdar gerðir, og annaðhvørt politiið ella Loyvisnevndin frammanundan hava ávarað loyvishavaran.
Stk. 2. Loyvishavarin ella leiðarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 skal verða løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist.
Stk. 3. Loyvisnevndin skal hava boð um kravftir stk. 2 í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Loyvisnevndin letur fútanum málið at leggja fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.
Stk. 4. Áheitan eftir stk. 2 hevur steðgandi virknað. Kortini kann rætturin í úrskurði avgera í hvønn mun, viðkomandi kann fáa loyvi til at halda fram við virkseminum, meðan málið verður viðgjørt. Rætturin kann í úrskurði gera av, at kæra ikki er steðgandi.
Upplatingartíðir og afturlatingartíðir
§ 17. Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til og við hósdag vera afturlatin millum kl. 24:00 og 05:00. Kommunan kann gera av at leingja upplatingartíðina til kl. 02:00.
Stk. 2. Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu leygarmorgun og sunnumorgun lata aftur ikki seinni enn kl. 04:00.
Stk. 3. Á gistingarhúsum er loyvt at borðreiða við mati og drekka í afturlatingartíðini, nevnd í stk. 1, fyri teimum, ið gista á gistingarhúsinum.
Stk. 4. Við serlig høvi, t.d. nýggjársaftan, á føstulávint, á ólavsøku, á summarstevnum og aðrar serligar dagar, kann avvarðandi kommuna loyva, at vikið verður frá afturlatingartíðunum, nevndar í stk. 1 og 2.
Stk. 5. Loyvisnevndin kann, áðrenn virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 2-6 byrjar, gera av, at virksemi skal steingja, áðrenn vanliga afturlatingartíðin eftir stk. 1 og 2 byrjar, um tað er neyðugt í mun til fyrilitið fyri umhvørvi, náttarfriði og almennum skilhaldi ella av fráhaldsligum orsøkum.
Stk. 6. Politiið kann eftir fyrilitunum, nevnd í stk. 5, alt fyri eitt avmarka upplatingartíðirnar fyri virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 2-6 í upp í 30 dagar. Loyvisnevndin skal skjótast til ber eftir hetta taka avgerð um avmarkaðu upplatingartíðirnar.
Stk. 7. Í afturlatingartíðini er ikki loyvt at borðreiða við mati og drekka ella at skeinkja rúsdrekka, sbr. tó stk. 3. Í seinasta lagi 15 minuttir fyri afturlatingartíðina skal øll søla halda uppat.
Stk. 8. Í afturlatingartíðini er kortini loyvt at borðreiða og skeinkja fyri feløgum o.tíl., har almenningurin ikki hevur atgongd, um borðreiðingin og skeinkingin fara fram í veitsluhølum, sum ikki eru partur av vanliga hølinum, har virksemið verður rikið.
Almennar ásetingar
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í ávísum økjum ella í øllum landinum, um tað er neyðugt vegna almennan frið og alment skilhald, fyribils banna, at rúsdrekka verður selt ella borðreitt á støðum við skeinkiloyvi.
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 18 a. 2) (Strikað).
Stk. 2. 2) (Strikað).
Stk. 3. 2) (Strikað).
§ 19. Á støðum, har virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 1-7, verður rikið, er bannað at halda gang ella at sýna harðligan ella óhøviskan atburð, ið ger seg inn á almenna friðin ella hevur við sær ampa fyri tey, sum eru á staðnum, ella sum búgva nær við.
Stk. 2. Loyvishavarin ella umboð hansara skal átala atburð, nevndur í stk. 1, og kann um neyðugt vísa viðkomandi burtur frá staðnum ella boða politinum frá.
Stk. 3. Um bardagi ella annað óskil hevur verið á staði, har virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 2-6, verður rikið, kann politiið steingja staðið restina av degnum.
Stk. 4. Metir politiið, at tað á staði, har virksemi eftir § 1, stk. 3, nr. 2-7, verður rikið, er serligur vandi fyri harðligum atburði, kann politiið av trygdarávum krevja, at staðið verður innrættað á ávísan hátt. Er innrættingin ikki broytt innan eina hóskandi freist, sum politiið ásetur, kann politiið avgera, at staðið verður latið aftur, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
§ 20. Politiið hevur, verður tað mett neyðugt, uttan rættarúrskurð, altíð rætt til atgongd til høli, sum eru partur av virksemi, ið er fevnt av hesi løgtingslóg. Hetta er kortini ikki galdandi fyri kømur, sum eru leigað út til gisting.
Kærur
§ 21. Avgerðir Loyvisnevndarinnar eru endaligar innan fyrisitingina.
Stk. 2. Avgerð um góðkenningar og váttanir, sum ávikavist Heilsufrøðiliga starvsstovan og kommunan taka, kunnu kærast samsvarandi teirri lóggávu, sum avgerðin er tikin eftir.
Stk. 3. Avgerðir, sum politiið tekur, vera at viðgera eftir reglunum, sum eru galdandi fyri politiið.
Freistir
§ 22. Tær freistir, sum eru ásettar í hesi løgtingslóg, ella í reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, byrja at ganga dagin eftir, at gerðin, sum útloysir freistina, fer fram. Hetta er galdandi fyri bæði dagsfreistir, vikufreistir, mánaðarfreistir og ársfreistir.
Stk. 2. Er freistin ásett í vikum, er freistin, sbr. stk. 1, farin vikudagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga.
Stk. 3. Er freistin ásett í mánaðum, er freistin, sbr. stk. 1, farin mánaðardagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga. Er gerðin, sum útloysir freistina, framd seinasta dagin í einum mánaði, ella gongur freistin út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð farin seinasta dagin í mánaðinum, líka mikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin ásett í árum, er freistin, sbr. stk. 1, farin ársdagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, verður freistin longd til fyrsta gerandisdag eftir hetta.
Revsing
§ 23. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í § 2, stk. 6-8, §§ 3-5, § 6, stk. 4, § 12, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 13, stk. 1, og § 15, stk. 2, 2. pkt. Medvirkni verður revsað á sama hátt.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum
1) setur til viks treytir í skeinkiloyvinum, sbr. § 10, stk. 1, ella treytir í øðrum loyvum ella góðkenningum, sbr. § 2, ella
2) ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 3. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 1 ár, um brotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.
Stk. 4. Í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir, givnar eftir reglunum, verður revsað við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir.
Stk. 5. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 6. Tá ið sekt verður ásett eftir stk. 1 og 2, ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum, sum er fingin ella ætlaður var at fáa við brotinum.
Stk. 7. Tann, ið stendur fyri virksemi eftir hesi løgtingslóg, kann verða revsaður við sekt fyri brot á ásetingarnar í § 4, stk. 1 og 2 og § 17, stk. 7, 2. pkt., uttan mun til, um brotið er framt av starvsfólki og uttan mun til, um brotið er tilætlað ella framt av grovum ósketni.
Stk. 8. Mál, sum verða viðgjørd eftir hesum reglum, ella eftir reglum, sum eru ásettar í kunngerð við heimild í hesum reglum, verða viðgjørd sum politimál. Tey í bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje nevndu tiltøk í 72. kapitli um at leggja hald á og 73. kapitli um rannsakan kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.
Gildiskoma
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Skiftisreglur
§ 25. Kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi, kunngerð nr. 61 frá 7. mai 1992 um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina og kunngerð nr. 153 frá 28. oktober 1992 um framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka vera verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi.
Stk. 2. Skeinkiloyvi, givin við heimild í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, vera verandi í gildi, til tey fara úr gildi sambært dagfestingini á loyvinum, ella tá ið tey av øðrum orsøkum fara úr gildi.
Stk. 3. Umsóknir um matstovuloyvi ella skeinkiloyvi, sum eru móttiknar, men ikki endaliga avgreiddar, tá ið henda løgtingslóg kemur í gildi, verða at viðgera eftir reglunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 4. Virksemi, nevnt í § 1, stk. 3, nr. 7, skal lúka tær treytir, sum kommunan setur sambært hesi løgtingslóg og lóggávuni annars fyri 1. juli 2021.
Fylgibroytingar í aðrari lóggávu
§ 26. Í Kongelig Anordning nr. 441 af 21. november 1923 hvorved lov nr. 353 af 7. august 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i kraft paa Færøerne verður § 5 strikað.
Stk. 2. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka verða § 7, stk. 2, 2. pkt., § 8, § 9, § 10, § 11, § 12, § 12 a, § 13, § 14, § 15, § 16, § 17, stk. 3, § 18, § 21 og § 22, stk. 5 strikað.
Stk. 3. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka verður § 22, stk. 1, nr. 1 orðað soleiðis:
“1) brýtur ásetingarnar í § 3, § 5, § 6 og § 7, stk. 1,”.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2018
1) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer út gildi 31. august 2020.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 12. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. februar 2021.”